Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eirikur Lindenskov, stjóri í Miðlahúsinum, tá hann helt fyrilestur á miðlaráðstevnu hjá KVF í Norðurlandahúsinum í fjør. | Mynd: Mynd: KVF

Miðlahúsið hevur hall og negativa eginogn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.10.2023 - 15:40 Tíðindi

Yvirtøkan av Dimmalætting skal sambært leiðsluni í Miðlahúsinum bjarga teimum undan húsagangi. Tað framgongur av almennu ársfrásøgnini hjá Miðlahúsinum fyri 2022.

Privatu miðlarnir í Havn stríðast við at fáa endarnar at røkka saman. Tað sæst greitt aftur í blóðreyðu tølunum í ársfrágreiðingini hjá Miðlahúsinum fyri 2022. Botnlinjan vísir eitt hall á slakar 700 túsund krónur fyri skatt. Eginognin er tí negativ við 1,6 milliónum krónum við ársenda 2022.

“Dimma skal tryggja inntøkurnar”

Minus falda minus gevur pluss. Kanska er tað hendan roknireglan, sum fekk Miðlahúsið at keypa virksemi úr Dimmalætting beint fyri ársskiftið 2022/23. Eftir tað fór Dimmalætting av knóranum eftir enn eitt stórt hall. Í øllum førum grundgevur leiðslan í Miðlahúsinum fyri, at stóra miðlafyritøkan hevur lív laga framyvir, tí yvirtøkan av Dimmu tryggja fyritøkuni nýggjar inntøkur.

Grannskoðarin staðfestir, at Miðlahúsið við ársenda 2022 hevði negativa eginogn og avmarkaðan tøkan pening. Tí kann spurningur setast við, um roknskapurin skal gerast upp við framhaldandi rakstri fyri eyga. Hóast Dimmalætting gav dundrandi hall og nú er fari í trotabúðarviðgerð, væntar leiðslan í Miðlahúsinum, at yvirtøkan av virkseminum í farnu Dimmu skal vera bjargingin av Sosialinum. Sum eisini gav hall.

Eftir yvirtøkuna av virkseminum hevur Miðlahúsið skorið blaðútgávuna niður frá vikuliga til mánaðarliga. Eisini eru yvirtiknu journalistarnir heimsendir.

Hall vegna færri inntøkur

Sambært ársroknskapinum er bruttoúrslitið hjá Miðlahúsinum lækkað við 25% til 5,1 milliónir krónur. Og tá starvsfólkaútreiðslurnar bert lækkaðu við 21% til 5,5 milliónir krónur, gjørdist rakstrarúrslitið enn eitt undirskot. Árið fyri bjargaði yvirskot frá atknýttum feløgum Miðlahúsinum frá reyðum tølum á botnlinjuni, men nú Prentmiðstøðin er latin aftur, gevur atknýtt virksemi ikki nevnivert íkast. Tí bleiv hallið eisini slakar 700 túsund krónur fyri skatt í 2022.

Í summar fór Jonhard Hammer frá sum stjóri í Sosialinum, men hann er tó framvegis stjóri í sp/f Dimmalætting, dóttirfelagnum hjá Sosialinum. Eirikur Lindenskov er nú einsamallur stjóri í Sosialinum. Christian Nagata er nýggjur nevndarformaður í Sosialinum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…