Lýsing
Lýsing
Sjúkrarøktarfrøðingarnir eru í døpurhuga. Tær teljast ikki millum bólkarnar, sum eru politiskt útvaldir at fáa lønarlyft, og kendu seg tí noyddar út í eitt drúgvt verkfall fyri at fáa líkinda sømdir.

Lønarlyftið sum drap sáttmálasamráðingarnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.10.2023 - 16:43 Leiðarin Politikkur

Lønarlyftið var fyrst og fremst valagn, og friður verði við tí. Og Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi meintu tað uttan iva í bestu meining, tá teir egndu við tí. Men so vórðu teir valdir! Tá fangaði borðið, og tað er, sum um tað tástani gekk upp fyri teimum, at tað, sum tey høvdu lovað, í roynd og veru var at leggja seg partapolitiskt upp í lønarsamráðingar á arbeiðsmarknaðinum.

 

 

Fram til 2023 hava tað verið partarnir á arbeiðsmarknaðinum, ið hava ásett løn við samráðingum. Tann drúgva siðvenjan hevur verið at kalla óbrotin, síðani vit fingu fakfeløg fyri umleið 100 árum síðani. Men nú hava teir tríggir flokkarnir, sum annars alt seinasta valskeið harcelleraðu ímóti ”at geva stór samfelagsvirði til nøkur útvald” valt nakrar starvsbólkar burturúr, sum eftir teirra tykki eiga at fáa meira og skulu fáa politiska hjálp til tað.

Fyrimyndin er, sum so mangan, Danmark. Danmark hevur eisini givið lønarlyft herfyri, tó við tí stóra muni, at í Danmark vóru sjúkrarøktarfrøðingar millum tey, ið fingu lønarlyft, meðan í Føroyum falla tær uttanfyri bólkin av útvaldum. Lat tað fara, hóast grundgeving saktans var fyri frávalinum. Tað danska lønarlyftið er eisini sterkt kritiserað, ikki minst av Martin Krasnik, ábygdarblaðstjóra á Weeekendavísini. Martin Krasnik fór so langt sum at skriva minningarorð um vælferðarstatin.

Eitt, ið stingur í eyguni, er serliga, at tað eru vinstraflokkarnir, ið velja almennar starvsbólkar til og frá og útnevnir teir sum berættigaðar til lønarlyft ella ikki berættigaðar til tað. Søguliga hava arbeiðaraflokkarnir annars hildið fast um, at tað almenna ikki eigur at leggja seg út í lønarsamráðingar.

Undir Coronafarsóttini vóru øll á einum máli um, at sjúkrasystrarnar høvdu leverað ein nærmast yvirmenniskjaligan innsats fyri at fáa okkum trygt upp aftur á slætt hinumegin farsóttina, og at tær áttu at lønast hareftir. Tá skortaði tað ikki uppá rósandi orð frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi til hendan starvsbólk. Men hvør er takkarlønin til sjúkrarøktarfrøðingarnar? Fyrst verða tær vrakaðar á vágskálini til at fáa lønarlyft frá politisku skipanini, og nú eru tær sendar út í eitt fleiri vikur langt verkfall, tí tær sjálvar royna at samráða seg til betri løn.

Neyvan hava Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hugsað seg um, tá teir lovaðu hetta lønarlyftið. Summi teirra eru eisini nýggj í politikki og kenna ikki politiska spælið ella mekanismurnar á arbeiðsmarknaðinum enn. Men øll tey garvaðu í flokkunum vita sjálvsagt, at tá man fer inn við einum politiskum lønarlyfti, so skapar tað sjálvandi presedens, og øll hini feløgini fara sum útgongdsstøði at krevja tað sama fyri ikki at sigla afturút í realløn.

Nú eru samgongupolitikararnir gyrdir í brøkur, men mugu viðurkenna, at teir liggja, sum teir hava reitt. Við at leggja seg út í sáttmálasamráðingarnar við einum politiskum lønarlyfti til útvaldar bólkar hava tey brotið við eina aldargamla siðvenju, sum annars hevur riggað væl, og tað fer at fáa stórar konsekvensir. Ein teirra er, at samgongan hevur borið pinnabrenni til inflatiónsbálið. Ein onnur, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi við sínum lønarlyfti hava saboterað vallyftið hjá Framsókn um haldføri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…