Lýsing
Lýsing
Lýsing
Símin Pauli Sivertsen, stjóri í Bergfrost, hevði almenna framløgu í Ribarhúsið hóskvøldið. | Mynd: Bergfrost

Símin Pauli: “Vit missa triðja beinið í fiskaútflutninginum”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.10.2023 - 19:45 Tíðindi

Á almennum kjakfundi í Ribarhúsið hóskvøldið hevði Símin Pauli Sivertsen, stjóri í Bergfrost, áhugaverda framløgu um aktuellu støðuna í mun til russlandssáttmálan.

Í Degi & Viku herfyri undraðist Símin Pauli Sivertsen, stjóri í Bergfrosti, á, at hann og onnur vinnulívsfólk ikki høvdu fingið fundarboð frá landsstýrinum. Landsins myndugleikar taka støðu til, hvørt russlandssáttmálin skal leingjast ella ei, uttan yvirhøvur at forhoyra seg hjá teimum vinnufyritøkum við mest innliti í viðurskiftini.

Føroyski búskapurin nógv meira sárbærur

Á almenna kjakfundinum í Ribarhúsið í Fuglafirði hóskvøldið loysti stjórin í Bergfrosti tó frá posabandinum og lýsti aktuellu støðuna við viðkomandi hagtølum. Heilt ítøkiliga vísti stjórin á, at frávelja føroysku myndugleikarnir russlandssáttmálan, missur føroyska samfelagið triðja beinið í fiskaútflutninginum. Búskapurin gerst meira viðkvæmur.

Frá framløguni í Ribarhúsið. Triðja beinið í fiskaútflutninginum stendur fyri falli.

Hetta sama vístu búskaparfrøðingar hjá danska Tjóðbankanum á fyrr í ár í eini frágreiðing um føroyska búskapin: 

“Færøsk fiskeri har stor gavn af at kunne fiske i forskellige farvande, så man ikke er afhængig af, at fiskene netop svømmer ind i færøsk farvand. En række internationale aftaler har historisk sørget for, at nabolande kan fiske i hinandens farvande, hvilket har fungeret som en risikospredning.”

Sambært framløguni hjá Símin Paula vil samlaða útflutningsvirðið eisini minkað við eini 3-400 milliónir krónur árliga. Hóast føroysk fiskifør fáa tilluta størri pelagiska kvotu vil veiðuvirðið á hesum vera fleiri hundrað milliónir krónur minni.

Harumframt vil talið av fiskimonnum eisini minkað munandi. Av teimum 250 fiskimonnunum við barentshavstrolarum fáa einans 30-40 mans kjans við pelagisku skipunum, ið fáa størri kvotu. Sostatt vera gott 200 færri fiskimenn framyvir. Um russlandssáttmálin ikki verður endurnýggjaður.

Frá framløguni í Ribarhúsið. Nógv færri fiskimenn skulu brúkast, um russlandssáttmálin ikki verður longdur.

Virðið á kvotuni økist við nýggju trolarunum

Eisini vísti stjórin í Bergfrosti á, at teir tríggir nýbygdu trolararnir gera, at veiðuvirðið økist munandi. Eitt nú taka teir alt til lands, har Akraberg brúkar avskurðin til ensilagu, meðan Emerald og Gadus hava nútímans mjølfabrikk umborð. Sostatt økist veiðuvirðið bara av hesum við sløkum 50 milliónum krónum í mun til áður.

Íløgurnar í framkomna framleiðsluútgerð umborð á teimum trimum nýggju trolarunum kundu gagna føroyska kappingarførinum, tá kundarnir seta krøv um at taka alt fiskatilfeingi til lands. Men nú er vandi fyri, at íløgurnar fyri meira enn 1,3 milliardir krónur í tríggjar nýggjar trolarar hevur verið til fánýtis.

Frá framløguni. Við at taka alt til lands økja nýggju trolararnir um veiðuvirðið.

Havnarstongsul og innflutningsbann kostar eisini

Eisini vísti stjórin í Bergfrosti á, at sonevndi “avmarkaði havnarstongsulin” fyri russisku fiskiskipum viðførir, at 350.000 tons av útlendskari vøru í árligari umskipan eru horvin sum døgg fyri sól. Hetta fer av álvara at merkjast við væl minni virksemi í 2024.

Sambært eini samanteljing hjá Símin Paula Sivertsen keyptu russisk skip tænastur fyri yvir 400 milliónir krónur í 2021. Ein umsetningur, sum nú púra er horvin.

Stjórin endaði sína framløgu við at staðfesta, at nú russar eisini hótta við innflutningsbannið ímóti føroyskum fiskavørum, vil tað eisini fáa álvarsamar avleiðingar. Sambært honum hava føroysku pelagisku virkini og Norðborg selt frystan fisk til Russlands fyri 1,7 milliardir krónur seinastu trý árini. Hesar fiskavørur fáa munandi lægri prís á øðrum marknaðum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2
Eginumsorgan sum fyribyrging
Diplom fyri luttøku
Staðfest: Jákup B. Andreasen hevur brot…
KÍ vann við Margáir í kvøld: Myndarøð
KÍ helt nullið og fekk trý stig
Minningarorð um Mikkjal Mikkelsen
Størri nøgdir til endur­vinn­ingar í 2023
VIDEO: Hanus á Gørðum - fráfaringarpræd…
Morgunsangur mikumorgunin 1. mai kl. 10
Danny verður við á Summar Festivalinum
Skannarin komin á Klaksvíkar Sjúkra­hús
Espen Haug er royndari venjari
Solveig Hanusardóttir Olsen nýggjur stjó…
Hugnakvøld í Amarant í samband við Virki…
Upptakt: EB/­Streymur-KÍ
Hvør verður nr. 1?
Forkunnug framsýning í Varpinum
Hugnaligir gestir