Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgmaður og varaløgmaður ferðast í hesum døgum nógv kring knøttin og stilla upp til myndatøkur við starvsfeløgum í eksotiska Fjareystri. Møguliga fáa teir fleiri fuglar á takið av hesum, men samstundis missa teir fuglarnar í hondunum, tí uppgávurnar hjá teimum her heima ikki verða loystar

Nógv spæl fyri gallarínum – fyri at káva yvir ómegd?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.11.2023 - 11:33 Leiðarin Politikkur Vinna

Føroyskir politikarar kundu lært nakað av Jakob Ellemann-Jensen. Men í Føroyum síggja samgongupolitikarar ikki sínar egnu avmarkingar, hóast tær eru pínliga sjónligar fyri øllum øðrum.

 

 

Hvat ger vinnumálaráðharrin, nú góðskaðar føroyskar laksavørur og 400 arbeiðspláss eru um at fara fyri bakka? Hann er farin til ein bý í Kina. Hvar er løgmaður, nú fiskivinnan í Barentshavinum liggur í andaleypi av politiskari ómegd? Jú, hann er júst nú á kaffifundi í Oslo, og ikki meira enn heimafturkomin skal hann avstað aftur til India.  

Eldur er í maskinrúminum, men ongin er á brúnni á skútuni Føroyar. So grelt stendur tað til, nú ongin fæst at taka tær neyðugu avgerðirnar fyri Føroyar, ið hava skund. Í staðin reika løgmaður og varaløgmaður í fjareystri, eftir øllum at døma vegna ringa samvitsku av at hava framprovokerað eitt innflutningsbann frá Russlandi. Fiskivinnuumsitingin í Russlandi hevur mælt stjórnini til at banna innflutning úr Føroyum sum revsitiltak afturfyri tiltøkini hjá Landsstýrinum, og tøl upp móti milliardini í tapi verða nevnd.

Vit eru farin inn í næstseinasta mánaðin av árinum, og framvegis er onki stórmál loyst. Hvørki avgerðin um liðugtvørur ella avgerðin um Barentshavið er tikin enn.

Ein, ið hevur gjørt sær dælt av atgerðarloysinum hjá løgmanni, er fiskimálaráðharrin. Hann vil nógv heldur fáast við samferðslu enn við fiskivinnu, skilst av øllum brøgdum, nú hann aftur er farin at úttala seg til miðlarnar um Suðuroyartunnil, hóast eitt tað fyrsta, løgmaður gjørdi í hesum valskeiðnum, var at geva honum múlaband um tað evnið. Hesaferð hevur hann tó útsett tunnilin so langt út í framtíðina, at hansara egna samgonga sleppur undan at gera nakað, og tað hóvar uttan iva formonnunum í samgonguni væl. At vilja Suðuroyartunnil var spæl fyri gallarínum.

Fiskimálaráðharrin sleppur heldur ikki til samráðingar við russar, hóast tað er hansara málsøki. Løgmaður hevur meira ella minni tikið tað frá honum og letur hann putlast við ferðaseðlaprísir í staðin. Tað kundi man góðtikið, um løgmaður sjálvur fekk eina fiskiveiðiavtalu í lag, men hann tykist onga tíð hava til tað. Hann skal í næstum á eina ferð, sum Jóannes Eidesgaard longu hevur verið á, men sum onki nevnivert spurdist burturúr. Spæl fyri gallarínum, sum vit longu hava sæð. 

Sjálvt um tað skuldi eydnast at fingið lukrativar sáttmálar í hús við bæði India og Kina, so hava vit bara gjørt sáttmálar við tvey onnur BRICS-lond enn Russland, og samstundis undirminerað alt, sum eitur ”stuttflutt” við at etablera longst møguligar flutningsvegirnar, nevniliga til fjareystur hinu megin klótuna. Og tá fara ætlanirnar um grønu leiðina at vísa seg at hava verið spæl fyri gallarínum.

Herfyri søgdu danir farvæl við Jakob Ellemann-Jensen, nú fyrrverandi formann í Venstre og ministara. Hann innsá, at hann megnaði ikki tær uppgávur, hann skuldi megna, og tók síðani avleiðingarnar og fór frá. Vit síggja at kalla sama maktarloysið millum landsstýrismenn her heima, men her taka politikararnir ikki avleiðingarnar og fara frá. Teir verða sitandi, og harvið hendir onki. Tí við at líma seg fastar í taburettina forða teir samstundis dugandi fólki í at koma framat at loysa trupulleikarnar, teir ikki megna.

Um vit onga virkisføra stjórn hava, eiga vit at sleppa at velja eina nýggja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…
Vikuskráin
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Kunngerð um val til Fólka­tingið í Føroyu…
Bekendtgørelse om afholdelse af valg til…
Eins og var Mikines á Skúlatrøð
Nýtt vinnu- og mentanarøki við Teistatan…
Reinsiverkið á Hellisenda skal gerast li…
UPPHAV í neystinum
Ábyrgdin á tínum herðum
Góð gongd í 2025
Konsert fyrilestur í Varpinum
Fyrsti uppstillingarfundur hjá Norðoya T…
Húsið hátíðarheldur 20 ára dag
Skúlakórið á Skúlatrøð og Klaksvíkar Man…
Manningin á Jákup B greitt brævatkvøðu
Jeg hvakk eitt sindur við
Vit í Javnaðar­flokki­num skylda ikki Fram…
Løgtingsval verður hósdagin 26. mars 202…