Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ættin fer fyri tað mesta at liggja millum landnyrðing og eystan hesa vikuna. Ikki nógvur vindur, onkra løtu upp í 13 m/s. Vit skulu ikki rokanð við samregni í vikuni, men tó løtur við ælaveðri, kanska eisini við kava seint í vikuni. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.11.2023 - 20:42 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fer ættin fyri tað mesta at liggja millum landnyrðing og eystan. Fyrstu dagarnar fer eitt lágtrýst at liggja eystan fyri Føroyar og draga luft til sín, og harvið eisini til ímóti Føroyum, av leiðunum úr Norðurnoregi og úr Barentshavinum. Hetta er kølin og óstøðug luft, so at loftið fer at verða skiftandi millum tjúkkar bøklar og glopp uppímillum við bláari luft.

Seint týsdagin er tað farið eystureftir og í upploysn, men so kemur eitt annað lágtrýst vestaneftir. Vit fara at uppliva skiftið millum lágtrýstini sint týskvøldið og mikunáttina.

Eftir tað fer veðrið aftur at vera sum nevnt omanfyri, tó kunnu vit rokna við eitt sindur kaldari luft enn áður.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin: Um náttina 3 til 8 m/s av landnyrðingi, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fram ímóti morgni dregur á luftina, og tað verður ælaveður. Fyrrapartin hækkar hann til landnyrðing norðan. Seinnapartin er minkandi vindur av landnyrðingi norði, niður um 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 5 til 9 stig.

Týsdagin: Lítið lot av landnyrðing norði, minni enn 5 m/s, klárt, men í støðum smáskýggjað og okkurt ælið. Út á fyrrapartin gongur ættin niður í landnyrðing. Seinnapartin og um kvøldið eitt lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin týsdagin millum 3 og 8 stig.

Mikudagin: Mikunáttina og -fyrrapart veksandi vindur av eystri, úr 3 m/s upp í 10 m/s á middegi, meðan tað er smáskýggjað og ælaveður. Seinnapartin og um kvøldið 8 til 13 m/s av eystri, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 4 til 8 stig.

Hósdagin: Um náttina eitt lítið lot av ymsum ættum, men sum líður á veksur hann vindin av landnyrðingi upp í 8 til 13 m/s, meðan skýloftið er skiftandi og tað er ælaveður, sum frá líður eisini við vátakava ella kava. Seinnapartin veksur 10 til 15 m/s av norði, skýggjað og ælaveður við regni ella kava. Um kvøldið 5 til 10 m/s av eystri, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 4 til 7 stig.

Fríggjadagin: Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið eitt sindur meira vindur, 5 til 10 m/s. Hitin 4 til 8 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…