Lýsing
Lýsing
Lýsing

Útróðrarbáturin Varpið (KG 101) var heimahoyrandi í Klaksvík frá 1945 til 1974

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  13.11.2023 - 07:31 Mentan Myndarøð Vinna

 

Jákup Jacobsen ella Jákup í Fuglafirði stóð fyri at byggja henda útróðrarbátin til Kjølbro á Varpinum í 1945. Jákup varð giftur Oluffu, sum var tað elsta av børnunum hjá Sonnu og Jákup á Eiðinum. Árið fyri hevði hann umbygd Royndina Fríðu hjá Kjølbro á sama stað.

Jákup og Oluffa búðu nøkur ár í Klaksvík, har tey búðu í øðrum av tvíhúsunum við Heygavegin, men seinni bleiv Jákup bedingsmeistari á Skála og uppaftur seinni í Havn, har tey búðu í einum gulum húsum niðast í Varðagøtu. Varpið var í Kjølbro fyritøkuni til miðskeiðis í 1960, tá Albin Johannesen ella Albin á Hædd og aðrir keyptu hann.

Á tí fyrstu myndini draga teir línu við Varpinum, og aftanfyri á myndini stendur at menninir eru frá vinstru: Tummas Anthoniussen, Rósing, Petur Svøðstein og Niclas Niclasen, sum bara varð kallaður Niddurin millum útróðrarmenninar á Stongunum.

Robert Joensen hevur drúgva frágreiðing um ein útróðrartúr við Varpinum í 1945 í bókini "Útróður 1845-1945", stutt eftir at báturin varð nýbygdur. Á tí túrinum var Mikkjal í Viðurbyrginum formaður, meðan yngri beiggi hansara Olgar í Gerðum var motorpassari. Fleiri menn førdu Varpið, meðan Kjølbro átti bátin. Eg kann nevna, at í 1948 førdi Hans á Varpinum bátin, og seinni førdi Pól Skarðenni (Stellu-Pól) hann í nøkur ár. Niclas á Selheyggi var við Varpinum frá 1950 til mitt í trýssunum, -fyrst sum motorpassari og seinni sum formaður.

Eftir at Albin á Hædd og aðrir keyptu bátin, førdu Albin og Hans Andrias Olsen í Árnafirði bátin og møguliga eisini aðrir. Í 1967 vórðu teir á saltfiskaveiðu undir Íslandi, og tá var Albin formaður.

Varpið skifti eigarar nakrar ferðir, eftir at hann varð seldur av vágni. Í 1974 varð báturin seldur til Havnar, og varð tá navngivin Royndin (TN 201). Í 1980 varð hann seldur til Skálavíkar, og fekk navnið Edda (SA 105). Frá 1987 hoyrdi hann heima í Vágum, og tá fekk tá aftur navnið Royndin (VA 105). Í 1990 fór vaktarskipið Ólavur Halgi avstað við bátinum, sum varð søktur við Fuglaoynna tann 30. apríl hetta árið.

Tann fyrsta myndin stavar frá myndasavninum hjá Jóannes Niclasen, meðan hinar báðar eru frá Eyðun Høgnesen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú er jólatíð
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi
Umval hava verið áður – eisini í Oyndarf…
Okkara mál er at fáa ein fiski­vinnu­sáttm…
Týðandi framstig ímóti óljóði frá skipum
Jón Krismar Andreasen 70 ár
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Ungur lokalur málverji gjørt sáttmála vi…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Enn ein byggisamtyktarbroyting í Klaksví…
Erkabiskupur jarðast í Rituvík