- Havnastongsulin ávirkar okkum neiliga
Umsetningurin hjá okkum er minkaður 10 %, vit hava minni at gera og vit hava koyrt fólk til hús, sum ein beinleiðis avleiðing av havnastongslinum, sigur Frimodt Rasmussen stjóri á KSS
Tænastufyritøkurnar í Føroyum eru hart raktar av havnastongslinum fyri russiskum skipum, sum landsstýrið hevur samtykt. Norðlýsið hevur frætt um, at tað eru fyritøkur í Tórshavn og kring landið, sum hava mist nógvan umsetning.
Vit hava spurdi Frimodt Rasmussen, stjóra á KSS um málið.
Vit hava minni at gera, umsetningurin er minkaður 10 % og vit hava koyrt fólk til hús, sigur Frimodt kontant.
Vit veita vanliga tænastur til russiska flotan, bæði veitingar og umvælingar. Hesi arbeiði eru vekk nú orsakað av havnastongslinum, sigur Frimodt Rasmussen við Norðlýsið at enda.