Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Endurskoðið skipanina við almennum fjølmiðlum

SKRIVAÐ: Poul Martin Rasmussen  |  15.11.2023 - 15:04 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Nú KVF enn einaferð er komið í fíggjarligar trupulleikar, og tað ljóðar sum um politikarar úr flestu flokkum sum vant velja automatreaktiónina "meira pengar", hevði nokk verið skilabetri at endurmett stovnin grundleggjandi

 

KVF er vælmannað við nógvum dugnaligum starvsfólkum, ið gera eitt frálíkt arbeiði, men helst er konseptið við almennum og alment stuðlaðum fjølmiðlum ein trupulleiki í sær sjálvum.

Tá Útvarp Føroya varð stovnað í fimmtiárunum hevði ein almennur fjølmiðlastovnur ivaleyst sítt berættigilsi.

Eitt nú var tøknin so mikið kostnaðarmikil at tað neyvan bar øðrum enn einum almennum stovni til at útvega hesa.

Nógv er hent hesi árini, og eru aðrir miðlar eisini komnir, har tørvurin á einum stórum tøkniligum og umsitingarligum “apparati” er minkaður og broyttur munandi.

Spurningurin er tí, um KVF ikki hevur yvirlivað seg sjálvt sum stovnur, og tíðin ikki er komin at endurskoða skipanina við almennum fjølmiðlum.

Ein grundgeving fyri varðveitslu av stovninum hevur verið, at onkur má røkja ávísar public-service uppgávur.

Ivasamt er hvussu hesar uppgávur verða røktar í verandi støðu, og annars er ivasamt um óhefti tíðindaflutningurin verður verri røktur í londum, har einans privatir miðlar eru. Gølurnar seinnu árini, t.d. á B.B.C. og onkrum av skandinavisku public-service rásunum benda so ikki á, at almennir fjølmiðlar í sær sjálvum eru nøkur trygd fyri tíðindaflutninginum.

Onkur heldur kanska vanda vera fyri, at “góðu” sendingarnar detta niðurfyri, uttan alment kringvarp.

Roknast má við, at hyggjarar/lurtarar eru sinnaðir at rinda fyri slíkar sendingar eftir pay-per-view-leistinum, og ivaleyst finnast sponsorar eisini.

Ber ikki til at útvega fígging á henda hátt kann spyrjast, um sendingarnar nú eru SO góðar sum sagt verður, og í øllum førum er tað spurningur, um tað er ein almenn uppgáva at fíggja sendingar, ið kanska einamest hava áhuga hjá framleiðaranum sjálvum og annars nøkrum fáum brúkarum.

Tí er helst rættast at KVF verður frítikið fyri public-service skyldur og missir lógarásetta rættin at krevja kringvarpsgjald.

Inntøkurnar verða spøl, lýsingar og søla av haldum/sendingum eftir vinnuligum leisti.

Ognir KVF’s (tøkni, bygningar og rakstrargøgn annars) verða antin seld í fríari sølu, ella virðismett, og hvør borgari í landinum fær eitt (frítt umsetiligt) partabræv í P/F-ex-KVF.

Tað er ein sannroynd, at nógv savnstilfar hjá KVF er fari fyri skeytið millum ár og dag, tí umstøður ikki hava verið at varðveitt søvnini á forsvarligan hátt. Tey verða tí ogn hjá landsskjalasavninum, og kunnu, móti gjaldi, brúkast av føroyskum og útlendskum miðlum.

Rokni við at ein broyting eftir omanfyristandandi leisti hevði leysgivið nógva orku, bæði fíggjarliga og journalistiskt, so Føroyar fingu eitt munandi ríkari, fjølbroyttari og dygdarbetri miðlalandslag, enn við traditionellu politikaraloysnini, har hildið verður á í sama spori, og eitt slag av tamarhaldið fæst á akuttu eldibrandunum við at oysa meira pening í.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Lýsing