Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólaklipp, sangur, borðspøl og hugni

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  01.12.2025 - 18:17 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag varð skipað fyri árliga klippidegnum á Skúlatrøð

 

Ymiskt var, hvussu flokkarnir høvdu skipað seg. Onkur hevði morgunmat, onnur bakaðu vaflur og hugnaðu sær við borðspælum, meðan skúlastovurnar so við og við gjørdust jólaligar prýddar við jólaprýði av alskyns slagi. Í fríkorterinum fingu næmingarnir jólabollar og mandarin.

Dagurin eydnaðist so frálíka væl og endaði við eini góðari og lívligari sangløtu. Nú er jólamánaðurin so byrjaður, og longu í morgin fara 8. og 9. flokkarnir til skrivliga roynd, sum verður alla vikuna. Hini hava vanliga skúlagongd.

Vit takka fyri dagin og helst verður meira at frætta um jólahugna á Skúlatrøð, sum dagarnir ganga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…