Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hálvir sannleikar og heilar villleiðingar (4)

SKRIVAÐ: Áhugafelagið Antares  |  01.12.2025 - 15:57 Politikkur Tíðindaskriv

Síðan koma vit inn á tey, sum starvast uttanlands, men á landi. Maskinsmiðir, elektrikarar o.s.fr.

 

 

Vit kunnu í dag staðfesta, at síðan skattaumskipanina hava føroysku veitararnir, sum bjóða tænastur uttanlands, mist arbeiði til aðrar tjóðir. Tað avgerandi fyri ein og hvønn arbeiðstakara er, hvat er eftir til ein sjálvan, og har hevur skattafrádrátturin gjørt ein mun, soleiðis at tá tilboðini skulu roknast út, so verður hædd tikin fyri skattafrádráttinum. Í dag verða nøkur LNG skip umbygd í Singapore, sum skulu brúkast sum streymveitari fram við afrikonsku strondunum. Føroyingar vóru bidnir at vera við, men lønin bleiv so lítil, orsakað av skattaumleggingini, at vit kundu ikki vera við í kappingini, Finnar, sum hava eina skattaskipan, sum eggjar fólki at fara útum landoddarnar at vinna sær pening og kunnleika hava nú hópin av fólki í starvi í Singapore, sum skattar til Finnlands. Skal føroysku feløgunum verða lív laga, so mugu tey seta útlendingar – ella føroyingar, sum eru fluttir í annað land at búgva.

Mundi tað vera ætlan løgtingsins at reka føroyingar av landinum ella geva útlendingum fyrimunir í føroyskum feløgum, ella at geva útlendingum skattligar fyrimunir, so at teir vinna kappingina móti okkum?

Føroyingarnir fækkast í tali í føroysku feløgunum, og útlendingarnir økjast. Føroysku feløgini senda nú útlendingar til Asia og Afrika. Føroyingarnir rindaðu allan skattin, umframt sosialu gjøldini, her heima, tá teir arbeiddu í Asia og Afrika. Tað gera teir á pappírinum enn, men har eru bara eingir føroyingar – búsitandi í Føroyum, so nú fáa Danmark, Norra, Svøríki v.m. skattin frá teimum.

Ikki hugsi eg, at løgtingið ætlaði at geva grannalondunum «føroyskar» skattapengar, tá skattaumskipanin bleiv samtykt

Og so er eitt annað, sum er vert at hava í huga: føroysku arbeiðstakararnir fingu arbeiðsklæðir, trygdarútgerð umframt ávís amboð frá føroyskum veitarum. Føroysku veitararnir fáa minni sølu, tá færri føroyingar eru í starvi.

Ikki hugsi eg, at løgtingið ætlaði at gera seg inn á handilsvinnuna í Føroyum, tá tey samtyktu skattaumleggingina.

Í øllum størvum er váðameting av alstórum týdningi. Ruth fortaldi í februar fíggjarnevndini, at fíggjarmálaráðið hevði onga váðameting gjørt.

Havandi í huga, at landskassin hevur mist 65 mió at skatta í ár (sí mynd), og vitandi at talið verður nógv størri komandi ár, so var tað ein stórur feilur ikki at gera eina váðameting.

Vit mettu, at talið í ár fór at rulla um 40 mió, og vit meta, at landskassin missir uml. 100 mió komandi ár.

Talið í ár var 65 mió. Um vit meta rætt fyri í ár, so fer landskassin at hava 165 mió minni at skatta komandi árini, og tað merkir, at Ruth hevur kostað landskassanum 1,65 milliardir, sum kundu verið skattað her heima, tá hon fer frá fer frá við pensjón.

Ikki hugsi eg, at løgtingið ætlaði at fáa minni inn orsakað av skattaumskipanini, men tað er slíkt, sum kann henda tá man verður fóðraður við hálvum sannleikum og villleiðingum.

Spurningurin, sum mong sita við í dag er: Visti løgtingið hetta? Og um løgtingið ikki visti hetta, fara tey so at rætta skeivleikarnar?

Eitt annað, sum er áhugavert við hesi samgonguni er, at tey vilja ikki hava nakra serskipan, men hava allíkavæl serskipanir fyri nøkur fólk, m.a. í miðfyrisitingini. Hetta havi eg víst á áður, og nú skulu nøkur bryggjarí hava serskipanir, so at tey kunnu kappast við útlendingar, tvs at tey skulu fáa kappingarfyrimun, sum hvørki Føroya Bjór ella útlendsku bryggjaríini hava – samstundis sum føroysk feløg, sum kappast móti útlendingum, ið hava serskattaskipanir, skulu missa sín møguleika at kappast á jøvnum fóti við útlendsku fyritøkurnar.

Er tað uppgávan hjá landsins myndugleikum at velja vinnarar og taparar á altjóða arbeiðsmarknaðinum?

Skaðin er hendur. Enn kunnu skaðaárinini tálmast.

Eg veit væl, at sagt verður, at tá krubban er tóm, tá bítast hestarnir. Eg havi víst á, at hestarnir ikki bara bítast. Teir hava skavað hol í botnin á krubbuni, so tað, sum kundi komið í landskassakrubbuna, nú rennur úr henni og í allar ættir – allastaðni uttan í landskassan.

Og eg vóni, at landsins kosnu fólk fara at trúgva mær hesuferð, tá eg sigi, at fráflytingin til DIS og úr Føroyum fer ikki at steðga 31 desembur, um skattaumskipanin ikki verður endurskoðað

 

Magni Skaale
Formaður

Áhugafelagið Antares

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Hugburðsbroyting á ovastu rókunum er ney…
Í hugnaliga jóla­prýdda býnum tendraði va…
Sjónám: Almenn fráfaringarløta fyri Sigr…
(Aftur) stórur spenningur um fosturtøkum…
Klaksvík setur gongd í størsta bústaðarø…
Jólatrø tendra í kvøld
Silvur í Singapore og heimsmet til Vár G…
Klaksvík fingið fiskimála­ráð­harran
Seks nevndalimir skulu veljast
Felags starvs­fólkahugni
Er eitt barn meira vert enn eitt annað?
Hugnalig jóla­konsert í Glyvra kirkju mik…
Video: Eitt av løgunum frá væleydnaðu 25…
Jólarøðan hjá Anniku
Helgi eisini kvikmeistari
Fantastiskar hondbóltskvinnur
Sjónleikaspírar í Spinnarí­num
KRF hevur sett venjarar til kappingarári…
Jóla­miðbýu­rin fær rósur