Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vár Guriardóttir Hansen er ættað úr Klaksvík. Mamma hennara er Guri Tórsdóttir (Andreasen)

Silvur í Singapore og heimsmet til Vár Guriardóttir Hansen

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.12.2025 - 09:51 Ítrottur Tíðindi

Farna vikuskifti luttók Vár G. Hansen í altjóða kappingini VERSA Challenge 2025, sum varð hildin í Singapore EXPO. Tað gjørdist eitt føroyskt bragd, tá Vár vann silvur samanlagt – og setti heimsmet á leiðini

 

VERSA Challenge er ein av harðastu og mest krevjandi inniróðurskappingum í heiminum. Her verða íðkarar royndir í styrki, ferð og úthaldni gjøgnum fleiri ymiskar og tekniskt krevjandi challenge-kappingar. Endaliga úrslitið vísir, at føroyski landsliðsrógvarin er partur av heimselituni.

Dagur 1 – Heimsmet og tveir greiðir sigrar

Vónirnar vóru góðar undan degi 1 – og Vár byrjaði við fullari ferð.

Challenge 1:
Her skuldi rógvast longst upp á 60 sekund. Vár rakti dagin, sýndi sína sterku sprintstyrkji og vann kappingina sannførandi. Við 366 metrum upp á 60 sekund setti hon heimsmet, skjótasta kvinna á hesum teininum.

Challenge 2:
Næsta uppgávan var ein tekniskt øðrvísi kapping – togtogan á rógvimaskinu, har tað galt um at vera fyrstu at flyta seg 10 metrar framum kappingarneytan. Vár gjørdi bart og vann eisini hesa kappingina sannførandi.

Við tveimum sigrum legði hon seg á odda í samlaða stigatalvuni eftir dag 1.

Dagur 2 – Sterk byrjan og silvur samanlagt

Dagur 2 byrjaði eins sannførandi.

Challenge 3:
Hesin róðurin var ein taktiskur 6-minutturs róður við ymiskum ferð- og tempo­skiftum. Vár róði klókt, hevði gott tamarhald á skiftunum og vann sína triðju einstøku kapping – mest av øllum kvinnum í ár.

Challenge 4:
Her gekk ikki alt eftir vild, og Vár gjørdist nummar 5.

Challenge 5 – “Elimination Row” (14 min):
Seinasta kappingin var ein langur úthaldnisróður á 14 minuttir, har aftasti íðkarin hvønn 2. minutt varð tikið úr kappingini. Vár bardist væl heilt til endan og gjørdist nummar 3.

Við hesum úrslitum tryggjaði hon sær samlaða silvurið í VERSA Challenge 2025.

Róðrarsamband Føroya ynskir Vár G. Hansen hjartaliga tillukku við silvrinum og heimsmetinum í Singapore.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku
Ávegis, men í skeiva ætt
Veðrið um vikuskiftið
Einar´s Single Malt Whisky - Tóra Sigmun…
Lockheed Martin veitir loftávaringarrada…
Myndarøð: Jólahald hjá KBI