Herman Samuelsen við jólatræið á Norðoyri
Vit eru savnaði her fyri at tendra ljós í einari myrkari tíð — at tendra stjørnuna á jólatrænum til minnis um ta stjørnuna, sum glitraði á náttarhimlinum á sinni og bar boð um, at ein frelsari var føddur, og ein vón var tendrað fyri tí forgeingiliga heiminum, var ein av boðskapunum hjá Herman Samuelsen, býráðslimi við jólatræið á Norðoyri í kvøld.
um kunnugt var ófýrið allan dagin við nórgum regni, men varð tó hildið fast við, at Jópatrøini suldu tendra sum ætlað.
Hann blíðkaði út á seinnapartin, tá í jólatræið á Norðoyrvi varð tendrað kl 18.30
Her niðanfyri verður røðan hjá Herman Samuelsen, býráðslimi við jólatræið á Norðoyri í kvøld endurgivin:
Gott kvøld!
Norðoyri, ella bara Oyri, sum bygdin ofta verður nevnd, er bygd, sum í fornari tíð hevur bert havt nøkur heilt fá hús, og so hevur verið líka fram til 20’unda øld.
Fram til 1870 vóru tað tey fimm bóndahúsini, sum vóru í bygdini, bygd so tætt hvør at øðrum, at fólk ikki passaðu ímillum skotini, inntil tvey teirra vórðu flutt um hetta mundið. Fólkatalið í bygdini hevur verið óbroytt øll hesi árini.
Spola vit tíðina fram til í dag, er so at siga alt broytt her. Ein breiður vegur gongur nú tvørtur ígjøgnum bygdina, og fram við hesum vegnum er seinastu áratíggjuni bygd ein rúgva av húsum. Ein nýggjur dagstovnur er bygdur, og ein annar er eisini ávegis. Soleiðis broytast tíðir.
Tey fáu húsini, sum stóðu klingraði tætt saman í gomlum døgum, eru skift út við breiðan veg og byggisamtyktir, sum avgera, hvussu tætt ein kann byggja sær síni hús at øðrum húsum.
So at siga alt er broytt, og tó stendur gamli býlingurin skamt herfrá enn og minnir okkum á tað, sum einaferð var.
Mangt broytist á mansins ævi verður sagt, og tíðarinnar tonn gnagar spakuliga alt niður, og tó er nakað, sum altíð verður galdandi, og tað er sambandið ímillum menniskju.
Vit eru savnaði her fyri at tendra ljós í einari myrkari tíð — at tendra stjørnuna á jólatrænum til minnis um ta stjørnuna, sum glitraði á náttarhimlinum á sinni og bar boð um, at ein frelsari var føddur, og ein vón var tendrað fyri tí forgeingiliga heiminum.
Tað er nakað serligt og vakurt við tí, at vit í myrkrinum tendra ljós.
Tá eg hugsi um at tendra ljós, rennur mær í huga søgan um Laternu Magicu hjá William Heinesen
Í hesi stuttsøgu fylgja vit einum beiggja og einari systir gjøgnum ein einstakan dag — ein heilt serligan dag í teirra lívi. Tað var dagurin, tá tey bæði børnini fingu at vita at: «í kvøld fara vit yvir at vitja madam Abrahamsen og hyggja at hennara Laternu Magicu!»
Hetta fingu tey at vita sama fyrrapart, og hetta gylta gleðiskorn varð sátt í sinni teirra. Børnini vistu ikki eingong, hvat ein «Laterna Magica» var, men tað hevði ikki so nógv at týða; tey vistu bara, at tað var okkurt við lýsandi litmyndum.
Høvundurin lýsir kenslurnar hjá børnunum soleiðis:
«Fyribils, við løttum tvíspori saman við teimum syngjandi gjørðunum um allar geilar, birti hetta í teimum eina ófatiliga gleði, sum røkk langt inn í seinni tíðir.»
William Heinesen byggir hesa Laternu Magicu upp og spenningurin veksur hjá lesaranum, eins og hann veksur í teimum báðum børnunum.
Spenningurin í børnunum er nakað, sum ein og hvør kann kenna seg aftur í, og sigur okkum nógv um tað einfalda og vakra, sum býr í barnasálini. Gleðisrúsurin um hesa vælsignaðu «Laternu Magicu» er lýstur út í æsir, til søgan brádliga endar við hesum reglunum:
«Við hesum í huga hevur tað næstan ongan týdning, at tað kortini ongantíð varð av nøkrum við hasi Laterna Magicu. Madam Abrahamsen fekk ikki ljósið at rigga, sum tað skuldi, og ein lásasmiður, sum boð vóru givin eftir, var ikki við hús. So var sýningin freistað til eina aðru ferð, men varð av nú av gloymdum orsøkum ongantíð framd í verki. Men tann vónarinnnar brimandi eydna, sum var frammanundan og varð livað, situr enn sum ein søti djúpt niðri í minnanna bláu glyvrum og varir saktans lívið á tamb.»
Soleiðis endar søgan.
Tað kann kennast sum eitt vónbrot, at madam Abrahamsen ikki fekk sína «Laternu Magicu» at rigga.
Men tað hevur ongan týdning. Tí tann bjartasta gleðin, sum hesi bæði børnini upplivdu hendan dagin, eru dýrabar minni, sum ikki kunnu virðismetast — minnir, sum «sita enn sum ein søti djúpt niðri í minnanna bláu glyvrum og vara saktans lívið á tamb.»
Tann boðskapurin, henda søga gevur okkum, er ein áminning, sum eg haldi vera hóskandi um jóltíðir:
- At njóta løtuna, meðan hon er — og ikki liva fyri morgindegnum.
Tí lívið varir bert eina skamma stund, og tó eru øll lív sum glógvandi stjørnan á trænum:
- Sum eitt glógvandi stjørnuskot á himli, sum í eina skamma stund brennur so bjart á náttarhimlinum.
Tær broytingar, sum eru farnar fram her á Oyri, eins og kring alt landið, kunnu fáa okkum at kenna okkum lítil, samanborið við tíðarinnar langa æviga skeið.
Men tó er stjørnan á trænum ein áminning um eina vón og eina kærleiksheilsan til tað vakra í lívinum.
Skaldið, Karsten Hoydal, skrivaði yrking, sum ljóðar soleiðis:
“Síðani eru dagar lidnir og long ár,
bygdir broyttar, ríki risin og niðurafturrudd,
men hvørt vár láta fuglar við reiðrini,
eisini teir, sum byggja í sál tíni.”
So, góðu tit - byggið nú reiður í sálum tykkara, og latið fuglarnar láta sín song um høgtíðirnar.
Takk fyri - Gleðilig jól!.