Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ fær nógvar landsliðspengar í 2023

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.11.2023 - 12:38 Ítrottur Tíðindi

Vit hava hugt eftir, hvussu nógvir landsliðspengar koma í kassan fyri landsdystirnar í 2023.

Í nøkur ár hevur ECA, sum umboðar flestu stóru feløgini í Evropa, havt avtalu við UEFA um, at fyri hvønn dyst sum ein leikari stendur á dómaraseðlanum til ein landsdyst í EM-undankapping ella Nations League, so fær felagið, ið hann umboðar, eina peningaupphædd. Hendan upphæddin hevur ligið áleið millum 27.000 og 30.000. Hetta umfatar ikki venjingardystir og ikki HM-undankappingardystir, har FIFA er fyriskipari.

 


Átta dystir í 2023

Tað er eitt krav til landsliðini hjá UEFA, at tey skulu spæla 10 landsdystir um árið. Hetta hevur m.a. nakað við sjónvarpsrættindi o.a. at gera. Í ár háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í ein bólk við fimm liðum. Sostatt eru átta EM-undankappingardystir og tveir venjingardystir í 2023.

 


Ein knøpp millión til KÍ

Við síðstu landsliðsúttøkuni móti Albania hevur KÍ tilsamans havt 35 ferðir leikarar á dómaraseðlanum til EM-undankappingardystir í 2023. Síðstu kapping gav tað áleið 27.000 kr. pr. dyst á dómaraseðlanum, og vit ganga útfrá, at upphæddin verður tann sama í 2023. Hon broytist vanliga ikki nógv frá kapping til kapping. Tað merkir, at KÍ fær áleið 945.000 kr. í landsliðspengum í 2023. Tað er tað mesta sum nakað felag fær. Men HB og B36 liggja ikki so langt aftanfyri, men liðið sum er endað nr. 2 síðstu tvey árini, ikki er á hædd við hini enn. Har skal sigast, at Víkingur ofta hevur flestar U21-landsliðsleikarar. Teir geva ikki pengar, men tað kundi bent á fleiri pengar í framtíðini, tá hesir blíva ov gamlir til A-landsliðið.

 


Yvirlitið yvir landsliðspengar 2023:

945.000 kr.: KÍ

810.000: HB

783.000: B36

459.000: Víkingur

54.000: TB

 


Restin fer til feløg uttanlands.

 


KÍ hevur havt hesar leikarar á dómaraseðlanum 2023:

8 dystir: Odmar Færø, René S. Joensen og Jákup B. Andreasen

5: Jóannes K. Danielsen

3: Heini Vatnsdal

2: Mads B. Mikkelsen

1: Páll A. Klettskarð

Í yvirlitinum er tikið sum givið, at Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, René S. Joensen, Jákup B. Andreasen og Mads B. Mikkelsen verða á dómaraseðlanum móti Albania, har teir eru úttiknir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Er bilurin klárur til veturin!
Í heyst­fríðtíð­ini er svimji­høllin meira…
Framløga og frásøgn í Smæruni
Seinastu israelsku gíslarnir leysir – vó…
- Sansið, nertið og følið lívið
Bókasavnið í heyst­frítíðini
Video: Gekst illa hjá Teistanum at leggj…
Samhandilin millum Danmark og Russland e…
Trump í Ísrael eftir gíslaleysgeving
Teir fyrstu sjey gíslarnir eru leyslætni…
Hann gav okkum tað, vit vildu hava!
Eyðun Klakstein er lands­liðsvenja­rin við…
Veðrið í vikuni
Fleiri met til føroyska landsliðið
Føroyar vunnu 2-1 á Kekkia
Tað sær út til at Bárður Nielsen umaftur…
Lýsing