Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.11.2023 - 22:36 Tíðindi Veðrið

Vikan byrjar sum 3-4 tær undanfarnu við landnyrðingi, men tað broytist út á mánadagin. Tá ið verður ættin útsynningur, og hann fer at liggja av vestri upp í norðan alla vikuna.

Tá ið mánadagurin við lítlum vindi er farin framvið, er fitt av vindi restina av vikuni. Fleiri dagar upp í skrið, 18 m/s.  

Hitalagið fer niðureftir, og seint í vikuni fer tað niður um frostmarkið.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin: Lot til frískt lot av landnyrðing, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin minkandi niður í eitt lítið lot, minni enn 4 m/s, og ættin hækkar upp í norðan. Seinnapartin eitt lítið lot av ymsum ættum, klárt ella smáskýggjað. Um kvøldið lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin úr 2 upp í 7 stig.  

Týsdagin: Frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Út á seinnapartin veksandi upp í hvassan vind ella skrið, 18 m/s. Allan dagin samdrigið og regn. Hitin 5 til 10 stig.

Mikudagin: Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s, smáskýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Seinnapartin og um kvøldið strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, smáskýggjað og ælaveður við regni ella vátakava ella kava. Hitin 2 til 7 stig.

Hósdagin: Um náttina og um morgunin strúkur í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s, hálvskýggjað og ælaveður við regni ella vátakava. Út á fyrrapartin fer hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin niður í frískan vind upp í ein strúk, 10 til 15 m/s.  Seinnapartin og um kvøldið strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, smáskýggjað og kavaæl. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 3 hitastig.

Fríggjadagin: Strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, seinni norðan, 13 til 18 m/s, smáskýggjað og kavaæl. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 3 hitastig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum