Lýsing
Lýsing
Jólatrøini í Klaksvíkar kommunu
Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 2. desember kl. 16.00
Jólatræið í Vágstúni verður tendrað leygardagin 2. desember kl. 16.00
- Hanus á Gørðum, prestur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
- Karl H. Johansen, borgarstjóri heldur røða, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
- Okkurt gott verður at fáa úr smáttunum og jólamenn vitja.
Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 2. desember kl. 17.30
- Kristoffur Olsen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
- Boðið verður til ein kaffimunn í gamla bygdahandlinum eftir haldið.
Jólatræið í Ánunum verður tendrað mánakvøldið 4. desember kl. 18.00
- Jóhanna C. Christiansen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
- Boðið verður kaffimunnur aftaná.
Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 4. desember kl. 18.30
- Karl H. Johansen, borgarstjóri heldur røðu Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
- Boðið verður kaffimunnur aftaná.
Kalsoy
Jólatræið á Syðradali verður tendrað mikukvøldið 29. november kl. 17.45
Jólatræið á Húsum verður tendrað mikukvøldið 29. november kl. 18.30
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað mikukvøldið 29. november kl. 19.00
Jólatræið í Mikladali verður tendrað mikukvøldið 29. november kl. 19.45
- Sólarn Isaksen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
- Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík kl.17.15 og av Syðradali kl. 21.00
- bussur er við í ferðini.
Svínoy
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 9. desember kl. 16.00.
- Røðu verður hildin, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
- Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30
Seinastu tíðindini