Lýsing
Lýsing
Jóhan Josephsen tryggjaði Føroyum trý stig móti Armenia
KÍ-álopsleikarin gjørdi um seg í síðsta EM-undankappingardystinum hjá U19.
Eftir tvey tap móti Ísrael (6-0) og Kroatia (2-0), so fingu U19-dreingirnir ein góðan enda uppá U19-undankappingina, tá Føroyar í dag vunnu 3-2 á Armenia. Tobias Hansen úr B36 javnaði stutt eftir hálvleik, meðan KÍ-álopsleikarin Jóhan Josephsen legði Føroyar á odda í 71. minutti. Armenia javnaði í 91. minutti, men Jóhan Josephsen var aftur á plettinum i 93. minutti og tryggjaði Føroyum ein 3-2 sigur.
18 ára gamli Jóhan Josephsen var toppskjútti hjá næstbesta liðnum hjá KÍ í ár og skoraði sítt fyrsta mál fyri besta liðið eisini í ár. Hann hevur sáttmála við KÍ fyri 2024.
Seinastu tíðindini