Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Soleiðis atkvøddi Norðlýsið til ársins bestu í fótbólti

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  23.11.2023 - 17:04 Ítrottur Tíðindi

Hóskvøldið 7. desember verða ársins bestu valdir. Norðlýsið fer her at kunngera, hvussu vit atkvøddu.

Í ár hevur føroyska kappingin verið serlig vegna tað, at KÍ hevur spælt eitt bólkaspæl, og longu nú hevur spælt 12 altjóða dystir. Men í kunningini frá FM1, sum skipar fyri tiltakinum, stendur, at altjóða dystirnir ikki telja við. Tí skulu atkvøðurnar síggjast við tí í huga. Tað er ikki vist, at alt hevði verið tað sama, tí í altjóða fótbólti hjá KÍ eru í summum førum leikarar, sum hava skarað framúr, men ikki í sama mun hava skarað framúr í heimligu kappingunum.

 


Ársins spælari:

1. Odmar Færø (KÍ)

2. Árni Frederiksberg (KÍ)

3. Jákup B. Andreasen (KÍ)

Her hevði raðfylgjan verið øðrvísi, um altjóða dystirnir taldu við. Tí í altjóða dystunum hevur KÍ næstan ikki skorað nakað mál uttan, at Árni Frederiksberg hevur skorað ella lagt upp. Í landskappingini spældi Odmar Færø ein stóran leiklut alt kappingarárið á liðnum, sum lat fæst mál inn. Árni var skapandi leikarin hjá meistarunum, meðan Jákup B. Andreasen eftir eina eitt sindur torføra byrjan spældi seg upp til ein støðugan leikara, sum eins og Odmar kláraði at spæla stórt sæð allar dystirnar umframt landsdystirnar.

 


Ársins ungi spælari: (Spælari við U21-aldri)

1. Ari í Haraldsstovu Petersen (07 Vestur)

2. Olaf Bárðarson (Víkingur)

3. Áki Samuelsen (HB)

Her fellir valið á komandi KÍ-málverjan, sum bleiv valdur til ársins leikara hjá 07 Vestur. Olaf Bárðarson hevði flest málstig av U21-leikarum, meðan Áki Samuelsen skoraði 10 mál í landskappingini og steypakappingini fyri HB.

 


Ársins málverji:

1. Mattias Lamhauge (B36)

2. Ari í Haraldsstovu Petersen (07 Vestur)

3. Bárður á Reynatrøð (Víkingur)

Landsliðsmálverjin er greiður vinnari. Hann hevur gjørt sítt til, at B36 hevur latið nógv færri mál enn enn væntað mál (xG) sigur. 07 Vestur hevur latið nógv færri mál inn enn hini árini síðani uppflytingina, og har eigur Ari sín part. Bárður á Reynatrøð byrjaði illa, men spældi væl eftir summarsteðgin.

 


Ársins verjuspælari:

1. Odmar Færø (KÍ)

2. Arnbjørn Svensson (Víkingur)

3. Hanus Sørensen (HB)

Her er bara kapping um 2. plássið. Arnbjørn Svensson hevur spælt støðugt væl í sínum nýggja plássi í miðverjuni hjá Víkingi. Hanus Sørensen er bakkurin í deildini við flest uppleggum í spæli.

 


Ársins miðvallari: (íroknað vengur)

1. Árni Frederiksberg (KÍ)

2. Jákup B. Andreasen (KÍ)

3. Geza Dávid Turi (Víkingur)

Her hava vit greitt frá áður um nr. 1 og 2. Géza Dávid Turi hevur verið tann støðugt besti leikarin hjá Víkingi, har hann er rættuliga sannførandi bæði við bólti, og tá liðið skal vinna bóltar frammi á vøllinum.

 


Ársins áleypari:

1. Páll A. Klettskarð (KÍ)

2. Brian Jakobsen (AB)

3. Martin K. Joensen (Víkingur)

Fram til norðoyastevnu var Páll A. Klettskarð greitt ársins leikari í deildini. Men so fekk hann ein skaða, og hann er ongantíð komin á sama stig aftur. Men hann er framvegis álopsleikarin við flest málum og hann var mest avgerandin leikarin, tá KÍ í veruleikanum tryggjaði sær meistaraheitið áðrenn summarsteðgin.

 


Ársins landsliðsspælari hjá monnum 2023

1. Odmar Færø

2. Mattias Lamhauge

3. René S. Joensen

Her er kanska trupult at takar dagar ímillum hesar tríggjar og eini tveir-tríggjar afturat. Men valið fellir á Odmar, ti hann hevur spælt støðugt væl og mangan bjargað liðnum. Landsliðið hevur havt sína styrki í verjupartinum, so teir álopskendu leikararnir eru ikki uppá tal. Mattias Lamhauge hevur spælt væl, og tað hevur René S. Joensen eisini sum týdningarmikli leikarin, sum kann røkja so nógv ymisk pláss.

 


Ársins venjari:

1. Jóhan Petur Poulsen (Víkingur)

2. Aleksandar Jovevic (ÍF)

3. Magne Hoseth (KÍ)

Taldu altjóða dystir við, so vann Magne Hoseth hendan heiðurin í serflokki, tí hann hevur saman við KÍ havt tað besta kappingarárið, sum nakað føroyskt felag nakrantíð hevur havt við FM og bólkaspæli í Conference League. Men í heimligu kappingunum fellir valið á Jóhan Petur Poulsen. Tá nøkur umfør vóru farin, so var støðan tann, at Víkingur hevði mist fýra leikarar frá byrjunaruppstillingini í 2022, meðan bara ein tilgongd var, sum kanska var meira ætlað til framtíðina. Hóast ein torføra byrjan, so mentist Víkingur og var í serflokki besta liðið eftir summarsteðgin. Fleiri lokalir leikarar blivu settir við og liðið fekk 60 stig og 2. pláss. Á 2. plássið kemur Aleksandar Jovevic hjá ÍF, sum fekk ÍF at varðveita plássið í deildini. Tað var ímóti tí, sum Norðlýsið væntaði frammanundan. So meðan Magne ’’bara’’ gjørdi tað, sum mong væntaðu og sum hópur og fíggjarliga støðan hjá KÍ eigur at megna, so gjørdu Jóhan Petur og Aleksandar tað væl betri enn vit í øllum førum væntaðu, tá vit hava umstøðurnar í huga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík