Lýsing
Lýsing
Lýsing

ONKI í Varpinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.11.2023 - 07:54 Mentan Tíðindi

Sunnudagin 26.nov kl.16 vitjar ein sjónleikur hjá Tjóðpalli Føroya Varpið

 

 
Leikurin ONKI snýr seg um Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki, og á fyrsta skúladegi fer úr skúlanum upp í eitt træ at seta seg at rópa um, at ONKI hevur týdning og at lívið er meiningsleyst. Floksfelagarnir brúka síðani restina av skúlaárinum at mótprógva hesum og vísa á, at NAKAÐ hevur TÝDNING.

ONKI er nógv spældur leikur á ymiskum leikhúsum og fekk hann eitt nú sera góð ummælir á Fringe Festivalinum í Edinburgh í 2017. Harumframt er søgan eisini gjørd til operu, ið millum annað varð framførd á Kongeliga Teatrinum í 2020.

Leikstjóri er Kristina Sundar Hansen og afturat sær hevur hon eitt spennandi toymi av ungum palllistafólkum. Leikarar eru Esther á Fjallinum (Um at vera menniskja, Moldvørpan) og Elias Magnussen. Ljóssniðgevi er Jákup S. Thøgersen og ljóðmyndina hevur Vinjar Egilsnes Petersen gjørt.

Pallmyndina, sum spælir ein virknan lut í sjálvari sýningini, hevur Barbara Hilduberg gjørt.

 

Tjóðpallur Føroya vil við hesum bjóða áskoðaranum inn í eitt rátt og estetiskt rúm, har týdningurin, ið er sera viðbrekin, verður upplýstur av ljósi og gjøgnumskygni.

Vit í Varpinum eru sera errin av hesum spennandi samstarvinum við Tjóðpall Føroya, og vit vóna at áskoðarnir fara at taka væl undir við leikinum.
 

Hvar: Varpið - Klaksvíksvegur 2, Klaksvík
Nær: Sunnudagin 26.nov kl.16
Kostnaður: 265 kr vaksin og 132 kr. ung/lesandi
Aldursbólkur: 14 ár og eldri
ATGONGUMERKI:
https://www.atgongumerki.fo/2382027/onki-i-varpinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival