Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pól Jakku á Dalinum var fiskiklógv við Ørvi í fimtiárunum

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  25.11.2023 - 21:44 Mentan Vinna

Bátarnir á myndini eru Eysturhøvdi og Ørvur, sum saman við øðrum bátum eru á veg til Eysturgrønlands á royndarveiðu í 1959. Farmaskipið Karin K var móðurskip hjá bátunum á hesum annars rættiliga miseydnaða túri.

 

Eysturhøvdi varð smíðaður í Fåborg í Danmark í 1945, og árið eftir varð hann keyptur til Streymnesar, og tá fekk hann navnið Grønhólmur. Í 1952 keypti Hans F. Hansen og aðrir svínoyingar bátin á tvingsilssølu, og góvu honum navnið Eysturhøvdi. Svínoyingarnir brúktu bátin til útróður og til saltfiskaveiðu undir Íslandi. Í 1955 keypti Kjølbro Eysturhøvda frá svínoyingunum, og hann var verandi í reiðarínum, til hann rendi á land sunnanfyri bygdina í Dali í 1964 og sakk.

Ørvur varð smíðaður í Esbjerg í 1941, og keyptur til Havnar í 1946. Har var hann heimahoyrandi, til Kjølbro keypti hann til Klaksvíkar í 1951. Tey fyrstu árini varð báturin brúktur til útróður, og eini tvey heyst fiskaði hann agnsild. Í 1964 keypti Ísak Matras og aðrir bátin frá Kjølbro, og hann hevði Ørv, til hann varð seldur vestur í Vágar í 1977. Men har steðgaði hann stutt, tí longu árið eftir keypti Lýður Lydersen bátin aftur til Klaksvíkar og hevði hann, til hann varð seldur til Fraklands í 1986.

Á norðoyarstevnu í 1951 varð avgjørt at lata ein pokal til tann útróðrarbátin, sum var bestur at fiska frá nýggjárinum og til norðoyarstevnu. Kappast skuldi í fimm ár, og tann báturin, sum hevði fiskað mest í trý av teimum fimm árunum, vann pokalin til ognar. Tvey tey fyrstu árini vann Ørvur, og tvey tey næstu vann Eystnes, men tað fimta árið var Ørvur aftur bestur, og vann tískil pokalin til ognar. Pokalurin var ein lítil standmynd av einum veiðumanni. Pól Jakku Olsen ella Pól Jakku á Dalinum var formaður á Ørvi hesi árini.

Myndin er úr savninum hjá Jóannes Niclasen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík