KÍ hevur gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar
KÍ boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar, ið eru partur av hópinum í ár.
KÍ skrivar:
3 av ov okkara ungu leikarum hava í vikuni longt við felagið!
Talan er um lokalu Silas Gaard og Jákup N. Vilhelmsen, ið eru 19 ára gamlir. Teir hava báðir longt við felagið í 1 ár, og verða sostatt ein partur av bláa hópinum í 2024.
Silas er serliga góður ein ímóti einum og er ein sera kvikur leikari, sum vit síggja stóra menning og framtíð í.
Jákup N. Vilhelmsen er ikki bangin fyri at traðka á vøllin, og hvørjaferð er tað 100%. Hann er sterkur og hevur ein framúr góðan vinstrafót, sum kemur væl við í verjuni.
Báðir leikarar hava, hóast lítla spælitíð, ment seg nógv seinasta árið. Og er hendan menning ein liður í at sáttmalarnir verða longdir.
21 ára gamli Latif Issah Ahmed kom til KÍ 18.juni í ár og hevur hetta hálvárið vant seg við okkara umstøður og mentan. Hann hevur longt 2 ár við felagið og verður ein partur av hópinum til og við kappingarárið 2025.
Hann er kvikur og ein tekniskur leikari, nærlagdur og vit vænta okkum enn meir av honum komandi ár.
Vit gleðast um at samstarvið við hesar tríggjar evnaríku spælarar heldur á, og vit gleða okkum at fylgja teimum í 2024.