Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Tendrað hitaannleggið á Tórsvølli

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.11.2023 - 11:51 Ítrottur Tíðindi

KÍ tekur ongar møguleikar og tryggjar sær, at kuldin ikki kann ávirka Conference League dystin hóskvøldið.

Tískil verður hitaannleggið tendrað í dag, og fram til dysturin er spældur hóskvøldið kl. 17.45. Hetta er ein íløga, sum kanska kostar eini 100.000 kr., men hetta tryggjar, at eingin vandi verður fyri, at dysturin ikki kann spælast. Vit hava sæð m.a. í Norra síðsta vikuskifti, at lið hava tapt dyst, tí heimaliðið ikki hevur tendrað hitaannleggið við tí avleiðing, at vøllurin bleiv frystur. Kann dysturin ikki spælast, so kann tað skapa stórar trupulleikar fyri KÍ.

Tað verður ikki sagt frá kava hesa vikuna, men tað verður høgætt og kalt, har tað kann nærkast frostmarkinum hóskvøldið.

KÍ-Slovan Bratislava spæla hóskvøldið kl. 17.45.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík