Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ-leikari hevur fingið álvarsaman skaða

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.11.2023 - 16:57 Ítrottur Tíðindi

Spælir ikki aftur í 2023 og neyvan aftur fyri KÍ.

- Tað er sostatt okkurt sum bendur á, at tað er ein váði, sum KÍ tekur á málmansøkinum í ár við tveimum málverjum, ið hava havt nógvar skaðar seinnu árini.

Soleiðis skrivaði Norðlýsið í grein 25. januar tá tað var greitt, at KÍ fór at hava Markus O. Pettersen og Róa M. Hentze sum málverjar við kappingarbyrjan í 2023. Í summar mátti Rói gevast, tí hann fekk ikki spælt vegna skaða og Markus hevur verið so mikið skaddur, at KÍ hevur givið spælitíð til Geza Turi, Hannis Matras umframt Nils Jonatan Johansson, sum kom til felagið í summar, tá KÍ manglaði málverja.

Markus O. Pettersen hevur spælt 17 dystir av teimum 40, sum KÍ hevur spælt í ár. Men norski málverjin spælir ikki aftur í ár, tí í síðstu viku fekk hann ein álvarsama skaða í knæðið. Tað gongur helst rúm tíð til hann spælir aftur. Hann hevur sostatt spælt sín síðsta dyst fyri KÍ í ár og helst eisini yvirhøvur, tí hann hevur ikki sáttmála fyri 2024, og KÍ hevur fingið ein nýggjan málverja til hópin í Ara Í Haraldsstovu Petersen. Tann triði málverjin, sum er skrásettur til bólkaspælið, Hannis Matras, hevur eisini havt skaða síðstu tíðina. Verður hann ikki klárur, so fær KÍ helst undantaksloyvið at fáa ein nýggjan málverja til dystirnar, sum tá mest sannlíkt verður Ari í Haraldsstovu Petersen. Tað er tó eingin ivi um, at Nils Jonatan Johansson verður fyrsti málverji, men eisini hann kann fáa skaða ella leikbann og so verður brúk fyri eykamálverjanum. Tað verður ikki Markus, men kanska Hannis og um hann eisini verður skaddur, so er møguleiki fyri, at Ari í Haraldsstovu Petersen fær sín fyrst dyst longu í 2023.

 

KÍ-Slovan Bratislava spæla hóskvøldið kl. 17.45.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi…
Vit mugu tryggja virðilig kor fyri fólk…
Í Føroyum tosa við føroyskt
Foytt Val
Gaston bleiv pápi í vikuni – hann er á K…
J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið
Almanna­lógin skal fíggjast
Fýra svanar á Víkini ídag
Brúgvin
Danmark á føroyskum og Føroyar á donskum
Bókaklubbadagur í Klaksvík í morgin