Lýsing
Lýsing
Lýsing
Martin Næs hevur sum saman við, soninum Flóin Næs skrivað bókina um Sannu Dahl | Mynd: Dávur Winther

Sanna Dahl á Bókasavninum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  28.11.2023 - 17:36 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað var ein hugtakandi bókaframløga síðsta hóskvøld, har Martin Næs og Sanna Andrasardóttir Dahl umrøddu bókina.

Martin Næs hevur saman við, soninum Flóin Næs skrivað bókina. Tað var rímiliga lætt at fara til verka, greiddi Martin frá, tí Sanna hevði skrivað hópin av brøvum í lestrartíðina, sum enn vóru til skjals.

Jógvan Andrias Joensen, sum hevur verið "mjarnabarn" sang eitt lag fyri og eftir framløguna av bókinini.
Sanna er fødd í 1915. Hon gekk í skúla og lærdi væl. Hon fekk eina eyka systir, Brynhild, sum misti pápa sín, sjey ára gomul. Brynhild bleiv so mamma Martin, sum av somu grund kom at kenna Sannu væl, tí gott samband var millum húsini.

Tá ið Sanna er 13 ára gomul, fer hon í real- ella preliminerskúla í Tórshavn. Hon klárar seg væl og er tann besta av næmingunum. Síðani fer hon til Danmarkar at taka student og byrjar at lesa til lækna, uttan at siga nøkrum frá um hetta.

Tá ið kríggið brýtur út, skrivar hon í brøvunum heim mikið um tað óskiljandi við krígnum – Hvat skal tað til og hvat skal tað føra til? Hetta undrast Sanna mikð á.

Sanna varð liðug sum lækni í 1941. Hon velur við stuttum varsli at fylgja eini jødiskari vinkunu síni um at flíggja til Svøríki í 1943 við einum lítlum báti. Her arbeiðir Sanna eina tíð, til tað seinni eydnast henni at koma til Skotlands, og her enn eina ferð, at bíða í rúma tíð, tá hon sleppur eftir góðkenning við einum bretskum troppaskipi til Føroyar, sum leggur at í Havnini 9. november 1944 – so heimferðin hjá Sannu tók eitt ár.

Hon fór til Klaksvíkar at arbeiða sum lækni, har hon búið undir væðingini á loftinum á Sjúkrahúsinum. M.a. arbeiddi hon saman við Legonis, sum kom til Klaksvíkar í 1948.

Sanna snakkaði oftani um tíðina í Klaksvík sum nakað serligt og ein góð tíð - eisini ferðirnar við Medicus runt til oyggjarnar. Hon vildi tó specialisera seg, og fór aftur til Danmarkar at útbúgva seg innan røntgen. Komin heim aftur í 1957 bygdi hon tað upp, sum í dag er ein stór og týðandi røntgendeild á Landssjúkrahúsinum.

Undir og eftir kríggið vóru tuberklar ein stórur trupuleiki í Føroyum, sum Sanna m.a. fekk ávist og lútvíst viðgjørt. Men helst er hon eina mest kendast fyri ”mjadnabørnini” sum hon fekk ávist við nýggju tøknuni.
Sanna var ein stillfør, vitug og ógvuliga gløgg kona og lækni, ið var nr. 2 sum kvinnuligur lækni eftir dóttir Janus Djurhuus, sum var lækni, men livdi ikki so leingi.

Eitt umráðandi og týðandi tiltak, Sanna fór undir saman við manninum, Bjarna, var Krabbameinsfelagið. Hetta var eitt umráðandi og týdningarmikið arbeiði, sum Sanna gekk nógv uppí og fekk virðing fyri eisini uttanlands!

Ein ótrúliga spennandi bók – ein ævisøga um eina fantastiska og nærlagda gentu úr Vági, sum gjørdist ein legenda innan sítt arbeiði sum lækni og ein góð hjálpandi hond hjá systkinabarninum, Paula Dahl, ið hevði starvast sum lækni á Landssjúkrahusinum leingi.

Okkara leiðir komu at hittast umvegis mammu, Emmu Winther, sum starvaðist sum lækni í Fuglafiriði í nógv ár. Pápi, Eyðun Winther og Bjarni Niclasen, ættaður úr Kunoy vóru serliga væl og høvdu nógv málsligt til felags. Bjarni týddi Heimskringlu og pápi, Grettis søgu úr oldíslendskumtil føroyskt og aðrar bøkur við. Eisini dámdu teimum at roykja mat av ymsum slag.

Sanna og mamma høvdu nógv at snakka um innan síni yrki, og var mamma við í eini greinini til Medicinska tíðarrit um føroysku ”mjarnabørnini”, sum mamma eisini fylgdi væl við umvegis sítt arbeiði.

Onkurvegna líkjast søgurnar um mammu og Sannu. Mamma, fødd í 1918, ið fór niður til Danmarkar sum 14 ára gomum, tók real og síðani málsligan student og hareftir matmatiskan student. Hon las øll kríggsárini, og brúkti tvey ár at bíða eftir at sleppa inn at lesa sum farmaceutur. Hetta tíðarskeiðið arbeiddi hon m.a. hjá einum jøda, sum var apotekari. Hann mátti tó flíggja til Svøríkis, tá ið kríggið breyt út.

Tá kemur ein vinkona til hennara og sigur, at hon fór at lesa til lækna, um mamma ikki bara kom við eisini? Jú, tað bleiv endin av bíðingini. Vanliga søktu 200 og bert 20 sloppu inn til fermaceut – tá helst børn hjá apotekarum.

Mamma kom at hava nógv samskifti við frítheitsrørsluna, sum m.a. helt til í undirgrundstunnlunum á Bispebjerg holspitali, har hon arbeiddi. Hon mátta oftani út at ganga um næturnar við strongdum soldatum, sum ikki kundu sova.
Ein undarlig søga við mammu var, at hon sum triðið kvinnuligi læknin ikki slapp at verða limur í Læknafelagnum. Hon bankaði uppá sum liðugur lækni í 1947. Nei, var svarið, hetta er bert fyri menn! Ja, men eg eri lækni! Nei, bert menn, sum eru læknar, kunnu koma inn.

Hon arbeiddi í Fuglafirði samastundis sum Halvorsen í Klaksvík, ið skuldi blakast út av landinum við vold og magt, tí hann ikki var limur í læknafelagnum. Enntá legði Tjaldrið at í Fuglafirði saman við øvrigheitinini í Havn, har tey bóðu um eitt fundarhøli um læknastríðið í Klaksvík hjá Emmu í Fuglafirði, ið var í somu støðu, sum Hakvorsen – ikki limur í ”Lægeforeningen”!

Tá ið, mamma varð liðugu sum lækni, fekk hon kr. 7.000,- um mánaðin sum vanligur fólkapensiónistur.

Í stóru stovuni hjá Sannu stóð eitt sórt og flott flygel, sum mær dámdi so væl at spæla uppá – Jú, heimið hjá Sannu og Bjarna í Sandagerði, har børnini Helene, Andras og Jógvan høvdu sín gerandisdag, var rúmilgt og spennandi við besta útsýni.

Seinni fekk Sanna aftur nógv samband aftur við Klaksvík, tá sonur hennara, Andras, yvirtók Súkkluhandilin og flutti úr Havn og norður við familjuni í 1991. Tá fekk Sanna aftur høvið at vera nógv her norði aftur, sum henni dámdi væl.

Sanna var ein fantasktisk kvinna, lækni, granskari og sálahiðrði. Hesa bók – Ævisøgan um Sannu Dahl, læknin ein og hundratals hermenn, mást tú ogna tær!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen