Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg komi skjótt!

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.11.2023 - 09:25 Tíðindaskriv

Eg komi skjótt! er heitið á nýggjari bók, ið júst er givin út á forlagnum Leirkerinum. Bókin er um Opinbering Jóhannesar. Tað er Arno C. Gaebelein, ið skrivaði bókina, og Torbjørn Marstein hevur týtt hana til føroyskt.

 

 

 

Arno C. Gaebelein var eldhugaður evangelistur og bíbliuútleggjari, sum kunngjørdi profetisku sannleikarnar í Bíbliuni og livdi dagliga í teirri vón, at teir fóru at ganga út. Mitt í dynjandi toruveðrinum í fyrra heimsbardaga eggjaði hann trúgvandi við hesi bókini til ikki at fella í fátt, tí royndirnar í hesum heimi fóru ein dag at lúta fyri sigri Kristusar.

Torbjørn Marstein hevur ein serligan tokka til Opinberingina, tí hetta er bókin, sum beinleiðis lovar signing yvir tey, sum hoyra og lesa hana. Torbjørn ímyndar sær ein ungan sum eldri føroying við blýanti í hond og við hesi bókini og opnari Bíbliu framman fyri sær fyri at skilja boðskapin um Jesus Kristus betur og betur, tí Hann sigur jú: „Eg komi skjótt!“

 

Um Harran afturkomu skrivaði Gaebelein:

„Harrin Jesus Kristus kemur aftur! Hann kann verða her hvørja løtu! Hann kann koma í dag! Hetta er ikki eitt býttisligt uppáhald, at Hann fer at koma í dag. Hetta er heldur ikki ein ásetan av eini ávísari tíð, at Hann skal koma, sum bæði hevði verið tápiligt og skeivt, hóast mong gera tað. Hetta er álvarsami veruleikin at fáa sálir at vakna úr sínum gáloysni og síni líkasælu og peika teimum á greiða vitnisburðin í sanna orði Guds, at Harrin Jesus kemur aftur og kann koma í dag.“

Bókin er 248 síður og kostar 250 krónur. Hon og er komin í handlarnar og kann eisini fáast til keyps á nethandlinum www.leirkerid.fo.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
PUTIN ella AYATOLLAH?
Ferð á grøna orkuskiftið við Fólka­flokki…
Fiski­vinnu­politikku­rin hevur kostað 100-…
Almennur politiskur fundur á Viðareiði í…
Heimsins frælsasta fólk í heimsins besta…
Vit telva 1-8 eru aftur at fáa
Loynilig tjóðarsemja
Mentan­arliga hongur ikki saman
Lat okkum virðismeta okkara eldru á arbe…
Okkara arbeiðsmegi uttanlands er eitt vi…
Sálarfrøði økið má takast hond um og rað…
14 valevni í Norð­oyggjum stilla upp – on…
Quid pro quo - Fordeiling av almennu arb…
Útbúgvingar til føroyskt vinnulív
OPIN PALLUR Í VARPINUM - bæði fyri børn…
Stýrið botnfiski­skapi­num við kvotum
Hans Kári 50 ár
Valprát við Sambands­flokkin
Fiski­vinnan góðar og tryggar karmar
Gadus siglir heim