Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat er munurin á donskum og norðurlendskum pengum?

SKRIVAÐ: Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður fyri Miðflokkin.  |  30.11.2023 - 09:27 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er áhugavert at síggja Anniku Olsen, og onnur á loysingarveingjunum, fílast inn á Sjúrða Skaale og Annu Falkenberg, ið eru okkara umboð á Fólkatingið. Tey bæði hava forhandlað seg til nakrar milliónir í samband við donsku fíggjarlógina. Puljan hjá Annu fer primert til gransking og líknandi sum viðkemur Føroyum. Sjúrður Skaale hevur millum annað skaffað pengar til byggja eitt nýtt Sjósavn í Føroyum.

 

 

Tað sum undrar meg, er at hesi somu loysingarfólkini einki hava ímóti at Føroyar fáa eini 15 mió. kr. hvørt tað einasta ár frá øðrum norðanlondum. Hesir pengarnir verða pumpaðir beinleiðis inn í raksturin hjá einum mentanarhúsi í Havn: Norðurlandahúsið. Altso, samanlagt eru fleiri hundraðtals milliónir komnar frá Norðurlandaráðnum ígjøgnum árini. Her velur loysingarvongurin, og fleiri við teimum, bara at síggja ímillum fingrarnar...

Hesar 15 mió. kr. eru tó ikki kostnaðarleysar. Tí, tey somu norðanlondini hava harvið ræðið á Norðurlandahúsinum og brúka hetta valdið til at seta eina fremmanda dagsskrá, sum kloyvur føroyingar.

Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag