Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Kenslan er avbera góð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2023 - 17:11 Mentan Myndarøð Tíðindi

segði Jóhannna á Tjaldarafløtti millum annað í røðu hennara, tá reisigildið varð hildið fyri Húsarhaldsskúlanum. Vit prenta røðuna niðanfyri

 

 

Sum byggiharri vil eg bjóða tykkum øllum at verða hjartaliga vælkomin.

 

Tilgongdin at fáa sett skjøtul á byggingina av nýggja bygninginum til Húsarhaldsskúla Føroya, hevur eina drúgva søgu.

Prosjektera hevur verið væl og leingi og hevur arbeiðstøkan verið boðið út í ymiskum arbeiðstøku háttum.

Tann 23.11.2021 lat arbeiðstakarin Kanjon tilboðið inn. Fyri at tryggja at verkætlanin var so væl lýst sum gjørligt, var samrátt, dagført og rættað til í rúma tíð.

Tann 14.09.2022, var loksins komið á mál og var sáttmáli undirskrivaður við arbeiðstakaran Kanjon til fastan prís.

7. nov í 22  t.v.s. fyri einum góðum árið síðan bleiv spakin settur í. Vit strongdu á sjálvt um lendi har skúlin skuldi byggjast ikki var heilt klárt. tí kappróðrarneysti stóð enn uppi. og ikki fyrr enn fyrst í des t.v.s. júst fyri einum ári siðan kom gongd á byggingina. Og nú eru vit her.

Byrjanin var tung og nógvir snávingarsteinar skuldu ruddast av vegnum áðrenn verulig gongd kom á. Hesi mál vóru øll loyst saman við arbeiðstakaranum og áhugapørtunum í verkætlanini uttan at darva framgongdini og kostnaðinum.

Nú gongur væl og fegnist eg almikið um góðu gongdina við verkætlanini. Tað er heilt fantastiskt at bygningurin er liðugt stoyptur og at vit í dag kunnu halda reisigildi.

Í dag fáa vit ein forsmakk av hvussu hesin bygningur roynist, og má eg siga at kenslan er avbera góð.

Henda verkætlan sýnist eisini at hava stóran áhuga millum fólk, tað verður fylgt væl við gongdini, fólk eru jalig og  er tað  at frøast um.

Eg skal ikki siga so øgiliga nógv afturat, tí løtan er tykkara.

Áðrenn eg endi vil eg takka Kanjon, øllum undirveitararum  og  FuglArk. fyri dygdargott arbeið og framúr gott samstarv.

Og ikki minst  fyri at tit hava verið so tolin. Tað eri eg sera takksom fyri. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Djóni, Bjarni og Jóhan missa sínar lands…
Góð lívfrøði – veikur marknaður 
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Tøma rottangar í Árnafirði og í Klaksvík
Heimligu lands­liðsleikarar­nir venja í Kl…
Jóannes Bjartalíð skal hava nýtt felag
Frítíðar- og stuttleikabátar skulu kanna…
- Tá ringast stóð til – tá var Jesus nær
Bókin “Todi” løgd fram í Klaksvík og í H…
Gilli heldur fram í KÍ
Órógv í Tinganesi
Hjarnar vitjaðu Norðlýsið og vit fingu e…
Nýskipa­nar­nevndin kemur við fyrstu tilmæ…
Ruðuleiki og líkasæla valda í landsstýri…
Kirkju­ráð­sval í morgin
KÍ prát í Bláustovu
Tøk grund­stykkir
Páll Klettskarð vitjaði ommu sína
Útróðurin í dag
Borgin 900 pund við snellu