Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur virkisbygningur hjá KJ reistur við Ljósá í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2023 - 17:09 Tíðindi Vinna

Í dag er sannur hátíðardámur við Ljósa, nú KJ hevur endurreist nýggjan virkisbygning í bygdini. Um middagsleitið var reisigildi hildið saman við arbeiðsfólkinum á staðnum og umboðum frá KJ.

 

Nýggi virkisbygningurin er 14 metrar breiður og 55 metrar langur, sum gevur eina gólvvídd á 840 fermetrar. Sp/f Búð stendur fyri lendis- og stoypiarbeiðinum og Kaas Industrybyg tekur sær av uppsetan og innilokan av høllini. Virkisbygningurin verður innilokaður áðrenn jól og væntast at vera klárur at taka í nýtslu á sumri í 2024.

“KJ fegnast um skjóta og góða arbeiði frá undirveitarunum, og nýggi virkisbygningurin fer at bøta munandi um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum og gomsluviðurskiftini hjá felagnum”, sigur Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ.

Tann 09. august í fjør festi eldur seg í virkisbygningin hjá KJ við Ljósá, og bygningurin stóð ikki til at bjarga. Í bygninginum húsaðist deildin, ið stóð fyri sandblásing og líknandi arbeiðum hjá KJ, umframt plastdeildin, ið tekur sær av aliringum, smoltstøðum og øðrum uppgávum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…