Lýsing
Lýsing
Lýsing

Haldið við jólatræið í Svínoy avlýst

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  09.12.2023 - 08:00 Mentan Tíðindi

Eftir ætlan, skuldi jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 9. desember kl. 16.00.

Í hesum sambandi skuldi Ritan fara av Hvannasundi kl. 14.45, og síðani sigla leiguferð úr Svínoy kl. 17.30.

Til hesar ”Jólatræ-ferðir” plagdi altíð at vera hópin av fólki við Rituni báðar vegir, tó at nógv ættarfólk steðgaði vikuskiftið yvir.

Sjálvandi varð eisini røða hildin við træið – ella onkuntíð hava vit eisini verið inni í hugnaligu kirkjuni bæði við røðu og frálíkum jólaløgum frá Klaksvíkar Hornorkestri.

MEN nú stendur Ritan á beding og verður í fyrsta lagi tøk 16. desember. Fyri Rituna siglir Tjørnunes, sum bert tekur 12 fólk – Vanliga telur Klaksvíkar Hornorkestur 12 og helst fleiri fólk.

Tí verður hildið, at hetta verður ov tepurt og ov langt útliðið. Tí er avrátt, at tað verður einki skipað hald við jólatræið í Svínoy í ár saman við Klaksvíkar Hornorkestri, røðarum og øðrum.

Av somu orsøk fellur leiguferðin úr Svínoy kl. 17.30 burtur.

Vit vóna at kunna gera tað enn betri næsta ár saman við Klaksvíkar Hornorkestri og einum áhugaverdum røðara.

Við ynski um góð og hugnalig jól!

Ferðaætlanin hjá Tjørnunes

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…