Lýsing
Lýsing
Lýsing
Norðlýsið kemur út í allar postkassar í Norðoyggjum 45 ferðir um árið, umframt til haldarar okkara aðrastaðni

Vilja tryggja grundarlagið undir bløðunum

SKRIVAÐ: Blaðútgevarafelag Føroya  |  11.12.2023 - 00:05 Politikkur Tíðindi Vinna

Blaðútgevarafelagið fegnast um, at landsstýrið vil tryggja grundarlagið hjá Kringvarpi Føroya við at hækka kringvarpsgjaldið

 

Tá slíkar skipanir verða settar í verk, so skulu tær sjálvandi javnast ár um ár, tí verður kringvarpsgjaldið ikki javnað, so minkar tað í veruleikanum, og so fáa vit eitt verri kringvarp.


Samstundis vil Blaðútgevarafelagið minna landstýri og løgting á eisini at viðgera miðlastuðulin í sama álvara. 


Eins og kringvarpsgjaldið, so hevur miðlastuðulin staðið í stað síðani 2017. Tí fegnast vit um, at landsstýrið í fíggjarlógaruppskotinum ætlar at hækka stuðulin. Í 2021 var ein grundleggjandi broyting gjørd í miðlastuðlinum, har størsti parturin av stuðlinum varð lagdur um til verkætlanir. Hendan skipan er sera óhóskandi og trupul at umsita. Hon ger eisini, at miðlarnir ikki kunnu rokna við stuðlinum sum fíggjarligt grundarlag undir rakstrinum av feløgunum. Vit mæla staðiliga til, at skipan við verkætlanunum verður tikin av og mæla staðiliga frá at gera tær brooytingar, sum Mentamálaráðið hevur fráboðað í sambandi við fíggjarlógina. Miðlarnir hava brúk fyri pengum til rakstur, at gjalda lønir til starvsfólk. Tað gevur onga meining, at Løgtingið skal gera av, hvussu miðlarnir verða riknir. 


Tí mæla vit til, at farið verður aftur til skipanina við miðlastuðuli, sum var galdandi fyri 2021. Men at játtanin verður hækkað sambært fíggjarlógaruppskotinum, og at 2,5 milliónir krónur verða játtaðar til rakstur av bløðunum, og at ein minni upphædd verður latin øðrum miðlum. Upphæddin verður javnað á hvørjum ári.


Hetta er fyri at tryggja, at vit í framtíðini hava grundarlag fyri at geva út føroysk bløð í Føroyum.

 

Blaðútgevarafelag Føroya

  • Eirikur Lindenskov, blaðstjóri, Sosialurin
  • Jonhard Hammer, blaðstjóri, Dimmalætting
  • Jóhann Lützen, blaðstjóri Norðlýsið
Lýsing
Seinastu tíðindini
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…
Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -
Hetta er venjaratoymið hjá KÍ í 2025
Hvørja støðu velja vit at taka?
Mjølnir - KÍF kl. 16.00
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Kom og Spæl Føroyskt
Føroyar mugu fáa størri sjálvræði
Ein góður túrur á floti í gjár
Ósemju­nevnd til hvat?
Hvørjar Føroyar?
Burðatalið vaks í 2024 - og fleiri nýføð…