Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein fagnaðardagur var hósdagurin hin 19. oktober 2023, tá mentanarhúsið Varpið varð tikið alment í nýtslu. Mánadagin 18. desember kann gerast ein líka stórur sorgardagur, um tað ikki eydnast at fáa lovaðu játtanina fyri 2024 til Varpið | Mynd: Dávur Winther

Landsstýrið heldur ikki orð um Varpið, men stuðlar øðrum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.12.2023 - 22:06 Leiðarin Mentan Politikkur

At síggja til ætlar Landsstýrið at bróta sítt lyfti um at stuðla Mentanarhúsinum Varpinum í Klaksvík fíggjarliga, tá tað kemur til tær seinastu 5 milliónirnar. Tað er sera óheppið, tí verkætlanin er farin í gongd við áliti á, at Landsstýrið helt orð. Samstundis fáa onnur mentanarhús stuðul frá sama Landsstýri, so tað ber ikki til at fáa eyga á nakað reyðan tráð í mentanarpolitikkinum.

 

 

Norðlýsið hevur hugt í fíggjarlógaruppskotið hjá Ruth Vang, og har er ringt at síggja nakran felags mentanarpolitikk, tá tað kemur til at veita mentanarhúsum í Føroyum fíggjarligan stuðul. Ruth Vang skjýtur fyri 2024 upp at veita verkætlanini Saltsilo kr. 2.500.000, Mentanarhúsinum í Fuglafirði 300.000 í stuðulsjáttan, Norðurlandahúsinum í Tórshavn kr. 1.700.000 í stuðulsjáttan, Tjóðpalli Føroya, sum húsast í Tórshavn, 6.527.000 í stuðulsjáttan, Tjóðleikhúsinum í Tórshavn 6.000.000 í løgujáttan og Víkingagarðinum í Hovi 100.000 krónur í stuðulsjáttan.

Kelda til omanfyristandandi: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10549 > Skjøl > Upprunauppskot.

So tað er ikki tí at Landsstýrið hevur ein generellan politikk um ikki at stuðla mentanarhúsum, at tey hava valt at bróta lyftið til Varpið. Heldur tykist Varpið knappliga at verða valt frá, meðan hini mentanarhúsini framvegis fáa sítt.

Lyftið var at játta tilsamans 17 mió. kr. til Varpið, býtt á ár soleiðis: 5 mió. kr. í 2022, 7 mió. kr. í 2023 og 5 mió. kr. í 2024. Tær fyrstu 12 milliónirnar eru játtaðar, og av teimum eru 10,8 útgoldnar. Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 standa tær seinastu 5 milliónirnar, sum vórðu lovaðar, ikki á. Hetta hava millum onnur undanfarnu tinglimirnir Frimodt Rasmuseen og Bill Justinussen alment vátta. 

Tað er sera hugstoytt at eygleiða, at eftir at eldsálir hava fingið Varpið upp at koyra við áliti á, at Føroya Landsstýri fór at halda sítt orð, at fólkini í so tignarligum embætum sum landsstýrissessirnir áttu at verið, ongar skruplur hava við at leypa frá gjørdum avtalum og givnum lyftum og lata álitisfullu fólkini handan sólskinssøguna Varpið hanga í stórari óvissu fyri framtíðini.

3. og seinasta viðgerð av løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 er mánadagin 18. desember kl. 10, og úr tinginum frættist, at løgtingslimir úr Norðoyggjum leggja eitt broytingaruppskot fram um at játta tann pening, sum lovaður varð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ræstur fiskur í Neystinum
Føroyameistarakappingin í bridge fyri pø…
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Lýsing