Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.01.2024 - 15:42 Tíðindi Veðrið

Ættin hevur ligið um eystan ella av landnyrðing í meiri enn tvær vikur. Nú broytist mynstrið í veðrinum her hjá okkum í Føroyum.

Eftir at lágtrýstið, sum liggur beint yvir okkum í dag, er farið eysturum, fer eitt hátrýst at leggja seg yvir okkara leiðir. Hátrýst veður er vanliga gott veður við lítlum vindi og avfalli, og loftið er sum oftast klárt.

Sunnudagin og nakrar dagar inn í næstu viku fara vit at hava lítlan vind og lítið ella einki avfall. Tað bláa loftið fáa vit ikki á hesum sinni. Tað má bíða til eina aðru ferð.

Nú seinnapartin er minni vindur, enn tað var í morgun. Vindferðin er 3 til 8 m/s av eystri, tað er skýggjað kring alt landið og regn ella ælaveður. Hitin liggur um 7 stig.

Hetta verður tað, til einaferð seint í kvøld. Tá minkar vindurin niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, og so støkkur hann upp í útnyrðing – beint ta øvugtu ættina. Vindferðin fer upp í 8 til 13 m/s, og enn skýggjað og regn ella ælaveður.

 

Hetta er byrjanin til endan an váta veðrinum, vit hava havt nokkso leingi, tí fram ímóti morgni minkar vindurin, og tað slítur í. Frá morgni av og frameftir eru 3 til 8 m/s av útnyrðingi, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin í morgin fer at liggja úr 6 stigum niður í 2 stig.  

 

Sunnudagin er minni vindur – bert eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Ættin fer at liggja um útnyrðing um náttina, men út á fyrrapartin fer hann at mala av ymsum ættum, og tað ger hann til seint seinnapartin ella tíðliga um kvøldið. Tá kemur hann av suðuri. Allan dagin smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin sunnudagin úr 2 stigum upp í 6 stig.  

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag