Lýsing
Lýsing
Eini 5.000 føroyingar verða savnaðir á Mercedes Benz Arena í Berlin í kvøld kl. 17. Tað eru umleið 10% av føroysku tjóðini!!!

So taka vit Berlin!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.01.2024 - 10:37 Ítrottur Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Júst farna árið var tað best hugsandi fyri føroyskan fótbólt og serliga KÍ. Ongantíð áður hava føroyingar staðið seg so væl í altjóða kappingum sum nú. Og teir hava ikki meira enn sett gaggurnar, so skriva hondbóltsmenninir sama slag av søgu. Ongantíð hava Føroyar klárað seg so væl í altjóða hondbólti, og røddir vilja vera við, at kanska 10% av øllum íbúgvunum í Føroyum eru í Týsklandi í hesum døgum. 

 

Í fjør heyst læt Atlantsflog upp nýggja farleið til New York (“First we take Manhattan”), og tjóðarflogfelagið hevur stórt rós uppiborið fyri sín leiklut í at flúgva okkara úrmælingar og túsundtals fjepparar til Berlin at skriva føroyska søgu. Óansæð úrslitið vita vit, at hondbóltshetjurnar fara at gera tjóðina stolta. 

Dystirnir eru ikki spældir, tá hesar reglur eru skrivaðar, men søgu hava hondbóltsgarparnir longu skrivað við í heila tikið at vera við. Tað er óhoyrt, at eitt so lítið land kann fostra so nógvar úrmælingar í heimsflokki. Og undirtøkan svarar til, at øll Suðuroyggin ella allar Norðoyggjar vóru manntómar undir dystunum, nakað sum valla kann vera annað enn enn ein sensatión í heimsflokki.

Komið er nú eitt nýtt ár, og tað sær mikið spennandi út. Um ein góðan mánað fara vit inn í Torra, Mentanarhúsið Varpið spílar seg út við Landbúnaðarráðstevnu, síðani byrjar fótbólturin og nakað seinni kappróðurin aftur, Norðoyastevna verður aftur, Flokksmannadagar, Summarfestivalur, Sjómannadagar og Norðfestivalur. Norðoyggjar hava nú tiltøk allar ársins tíðir – uttan líka á heysti. Men heystið 2024 verður øðrvísi, tí í heyst verða spildurnýggju tunlarnir Norður um Fjall lidnir, og tað skal undra, um tað ikki verður við buldur og brak. 

Seinast í farna ári fekk Sandoyggin loksins fast samband við 6 aðrar samanhangandi oyggjar, og innan leingi fer Leirvíkstunnilin frá 1985 at vera tann elsti teinurin á farleiðini frá Dali til Viðareiðis. Tað hevði valla nakar ímyndað sær fyri bert nøkrum árum síðani. Og sjálvsagt eiga vit ikki at støðga her, men halda á til Suðuroynna, so skjótt tað ber til. 

2024 verður eisini árið, tá spakin verður settur í til glæsiliga fýrastjørnaða hotellið við Biskupstorg, og skal tað eftir ætlan standa liðugt seinast komandi ár. Hotellið er bæði kærkomið og tiltrongt; tað hevur veruliga manglað eitt gistingarhús í hesum formatinum. Tá tað er komið, fer ferðavinnan í Norðoyggjum at hava framúr góðar karmar. 

Sum heild sær 2024 bjart út, ítróttarliga eins væl og samferðsluliga, og politiskt verður árið eisini spennandi. Vit fara nevniliga at hava kommunuval komandi november, og altjóðapolitiskt verða eisini forsetaval í USA og eftir øllum at døma í Bretlandi eisini. Eisini í Russlandi verður val, tó fyrr í ár. Hesi valini, kommunuvalið kanska undantikið, kunnu fara at vísa seg at broyta geopolitiska veruleikan radikalt, og vit fara tí at fylgja væl við.

Tað er tí við góðum treysti og huga, at vit fara inn í 2024. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…