Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kallsgarður á Trøllanesi eigur at selja upplivingar beinleiðis, uttan dýrkandi bureaukratisk millumlið | Mynd: Faroephoto.com

Vit skulu hava ferðavinnu – men til hvønn prís?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.01.2024 - 09:45 Leiðarin Mentan Vinna

Sjálvandi skal ferðavinnan hava góðar umstøður. Men tað gerst ikki á tann hátt, sum Landsstýrið leggur fyri dagin, nevniliga við at geva ferðafólki nærum fríar ræsur á jørðini hjá teimum, sum hava landbúnaðin sum livibreyð. Í staðin fyri at gera ferðavinnu og landbúnað til mótstríðandi partar eigur at verða funnin ein gylt millumloysn.

 

 

Sitandi samgonga hevur serstakliga trupult við at fáa sín politikk ígjøgnum. Vit sóu tað fyri tveimum valskeiðum síðani, tá at kalla øll stórmálini hjá somu samgongu sum nú fullu til jarðar; tað verði seg fiskivinnunýskipanin, stjórnarskipanin og blokkniðurskurðurin, sum varslaður varð í samgonguskjalinum frá 2015. Núverandi samgongan klárar seg eisini stak illa við at fáa undirtøku fyri haldføri, lønarlyfti, leingjan av pensiónsalduri, lógini um fosturtøku – og ja, gongd í haga. Og í málinum um Barentshavið mátti samgongan heilt einfalt kasta handklæðið í ringin.

Ein meginorsøk til, at so nógv miseydnast fyri CEF-samgonguna, er, at Landsstýrið ikki er diplomatiskt og semjusøkjandi, men leggur seg í aðra grøvina at føra ultimatumspolitikk. Í málinum um gongd í haga ella burðardygga ferðavinnu hevur Landsstýrið at síggja til allierað seg við Visit Faroe Islands, sum fær bæði í posa og sekk, ímóti teimum føroysku bóndunum. Føroysku bøndurnir verða reduceraðir til ”brúkarar” ella klientar, sum fáa dikterað við lóg, at teirra jørð skal stillast til rádigheit fyri útlendskum turistum.

Við at gera upp á hendan mátan spælir samgongan sær av við ein gyltan møguleika. Andstøðan góðtekur ikki ógvusliga inntrivið í rættindini hjá jarðareigarunum, og tí er lagt í pottin til, at lógin fær somu lagnu sum fiskivinnunýskipanin. Altso, at um hon í heila tikið verður samtykt, verður hon avtikin aftur dagin eftir komandi løgtingsval. Samstundis hevur samgongan gjørt ferðavinnuna og landbúnaðin til fíggindar hjá hvørjum øðrum.

Sjálvandi eiga bøndurnir eisini at kunna steingja hagan av fyri fremmandafólki, tá fjallgonga ella haruskjóting er. Uppskotið um burðardygga ferðavinnu sigur, at bóndin ikki kann steingja hagan tá, einans avmarka ferðavinnuna, og at avmarkingin skal vera so avmarkað sum gjørligt (§12, stk. 3 í uppskotinum). Undir haruskjóting er tað beinleiðis galimatias at loyva ferðavinnu, fyrst og fremst vegna trygdina hjá turistunum sjálvum. Men sambært fyriliggjandi uppskoti skal bóndin loyva avmarkaðari ferðavinnu tá. Hetta er í besta føri óumhugsað.

Skilhaldsreglurnar eiga sjálvsagt eisini at verða gjørdar av lokalum, staðkendum fólki, uttan at nakar sentralur myndugleiki fyrst skal siga gott fyri teimum. Tað nýtist ikki at vera nakað miðsavnað organ ímillum ferðafólkini og jarðareigaran. Ein jarðareigari eigur til dømis at kunna selja upplivingar á síni jørð beinleiðis til turistin, uttan at nakað dýrkandi ella bureaukratiskt millumlið er teirra millum, ið krevur at sleppa at góðkenna og regulera.

Enn er tíð at bøta um lógaruppskotið, soleiðis at atlit eisini verða tikin til føroyska jarðeigaran og føroysku náttúruna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen