Lýsing
Lýsing
Lýsing

OPITO uppstigan á Sjónámi

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.02.2024 - 17:22 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað gongur framá við OPITO uppstiganini á Sjónámi ið tá gjøgnumførd, gevur rætt at bjóða skeið innan frálandavinnuna.

Í farnu viku stóðu allir lærarar á skúlanum roynd sum professionellir eftirmetarar. Hetta var skeið sum Jóhannes Miðskarð phd í lívslangari læring, hevur staðið fyri, har frálæran bæði hevur verið skipað sum bæði fjarlestur og undirvísing á skúlanum. Eftir egna upplæring á OPITO skeiði á Martec í Frederikshavn skipaði skeiðshaldarin eftirmetaraskeiðið á fyriskriftirnar L&D9DI hjá Scottish Vocational Qualifications, sum er førleikakarmurin í Skotlandi.

Í dag krevst altjóða góðkent trygdarskeið fyri at arbeiða á boripalli ella skipi har manningarskift eru umvegis tyrlu. Altjóða stovnurin OPITO fyriskrivar og hevur eftirlit vid at góðskustøðið verður hildið hjá góðkendum skeiðsveitarum. Mest kendu av hesum skeiðum eru BOSIET, HUET og CA-EBS. Eitt avgerandi stig er at instruktørarnir eru útbúnir eftirmetarar. Sjónám í Klaksvik er við hesum komið væl áleiðis í tilgongdini at fáa endaliga OPITO góðkenning og væntast at koma á mál í leypi av hesum árinum.

Á Sjónámi eru vit bjartskygd uppá at sjóseta skeiðini seinni í ár, og vóna at undirtøkan verður góð hjá pall og sjófólki, ið við hesum sleppa frá at fara av landinum at taka OPITO trygdarskeið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen