Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dráttur trygt í finaluna í Bónuskappingini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.02.2024 - 14:41 Ítrottur Tíðindi

Fyrsta hálvfinalan í Bónuskappingini ímillum Drátt og Mjølnir er leikt og Dráttur leikti seg trygt í finaluna, sum verður 25. februar í høllini á Hálsi í Havn.

 


Dráttur-Mjølnir 3-0 (25-18, 25-20, 26-24)


Dysturin bleiv ongantíð veruliga spennandi. Til tess vóru Dráttur kvinnurnar ov sterkar ímóti einum ikki serliga vælleikandi Mjølnir liðið.


Fyrsta hálvfinalan í Bónuskappingini ímillum Drátt og Mjølnir er leikt og Dráttur leikti seg trygt í finaluna, sum verður 25. februar í høllini á Hálsi í Havn.


Eftir nakrar dystir, har Dráttur ikki hevur leikt upp til tað besta, vóru tær aftur har tær hava verið tað mesta av kappingini. Tær leiktu nevniliga sum sterkasta kvinnuliðið í Føroyum fyri tíðina. Hinvegin skuldi Mjølnir leika nakað av tí besta tær eru førar fyri, fyri at geva Dráttir líkinda mótstøðu og møguliga vinna dystin. Hetta eydnaðist ikki fyri Mjølnir. Saknurin av Siri Samson, servu feilir og aðrir feilir í avgerðandi løtum blivu ov dýrir, og harvið lat Mjølnir dystin upp í hendurnar á Drátti.


Tó so, Mjølnir megnaði í størri mun enn áður at blokka sterku Terezu Kerpcarova, men við tað at so nógv verjuorka bleiv brúk uppá Terezu, bleiv meira pláss til aðrar av leikarunum hjá Drátti.


Í finaluni skal Dráttir leika ímóti Fleyr ella SÍ. Hetta verður avgjørt í Badmintonhøllini í Klaksvík kl. 17 í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heiðran á Klaksvíkar Sjúkra­húsi
Bjørt broytt raðfylgjuna: Suðuroyar­tunni…
Clickhaze á G! 2026
Veðrið í Tjørnuvík
- Vit eru allir ótrúliga spentir til het…
Tussj: Steypavikuskifti fyri tey yngru í…
Suðuroyar­tunnilin samtyktur – men einans…
Geo-poesi og Geopoetikkur á Bókmentafest…
Sjálvstøðugt land merkir loysing
Frágreiðing um fiskaútflutning Føroya fy…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Ingilín verður ikki bjargingin hjá verka…
KvF í samtalu við Samuel Rachlin
Birgir hugleiðir um løtuna við Samuel Ra…
Sjóvinnu­flokku­rin á vitjan í Vinnuháskúl…
Mjølnir vann á KÍF í fimmsettara
Suðuroyar­tunnil og pensjónsaldur
Føroyamál hevur aðalfund
75 leikarar kappaðust til Trygd Open 202…
Torra-Konsertin í Varpinum