Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjørn Kalsø: - Hvar er fólkalívsfrøðiliga burðardygdin?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.02.2024 - 08:00 Mentan Politikkur Vinna

Eitt lógarverk, hvørs einasta endamál tykist vera at flyta lunnindir av bygd í bý, er í hvussu er ikki rætta leiðin at ganga, skrivar Bjørn Kalsø m.a. á sínum facebook vanga

 

Bjørn Kalsø skrivar:

 

Kallsgarður á Trøllalesi hevur gingið undan, tá um ferðavinnu á bygd og í Kalsoynni ræður. Bóndin er ungur, og ein av best dámdu ferðaleiðarunum í landinum. Harumframt hevur hann arbeitt miðvíst við at skipa ferðavinnuna í Kalsoynni, bæði við náttúruvernd og vinnumøguleikum í lokalsamfelagnum fyri eyga.

Sólskynsøgan hevur eftir øllum at døma fingið lógarsmiðir í Tinganesi til knappaborðini.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, væl eggjaður av hotellvinnuni í miðstaðarøkinum, stórum flutningsfyritøkum, útlendskum ferðaskrivstovum og VFI, er komin við lógaruppskoti um burðardygga ferðavinnu, sum flytir ferðavinnuvirksemið á Kallsgarði áratíggju aftur í tíð, verður tað samtykt.

Alt hetta verður gjørt, uttan, at nakar av ferðavinnuveitarunum á bygd ella nakar, ið varðar av jørð í útjaðaranum, hevur verið við til at strekkja kjølin í fyriliggjandi lógaruppskoti.

Hesi eru tey, ið verða meinast rakt!

Nógv verður skrivað um burðardygd í uppskotinum. Men hvar er fólkalívsfrøðiliga burðardygdin, kundi ein hóskandi spurt?

Tað er harmiligt at farið verður fram eftir fummum, og at tað bert verður lurtað eftir teimum, sum rópa harðast í miðstaðarøkinum, eru nærmast við, og hava mest á kistubotninum frammanundan í hesum máli.

Gott hevði verið um landsstýrismaðurin og onnur í politisku skipanini, sum hava ávirkan, høvdu ómakað sær ein túr norður á Nes, til Mykinesar, til Dímunar, vestur í Vágar, til Suðuroyar og aðrar bygdir og útoyggjar í landinum at hitta fólk á máli. Tá hevði verið skjótt at smíða semjuuppskot við fynd í, og sum hevði rótfesti og gróðrarlíkindi í útjaðaranum.

Eitt lógarverk, hvørs einasta endamál tykist vera at flyta lunnindir av bygd í bý, er í hvussu er ikki rætta leiðin at ganga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyskar lógir mugu samsvara við føroys…
Síðsta keypið hjá FØROYA BANKA SAVNINUM…
Hægri barna­frádrátt og betri systkinafrá…
Í morgin kl. 15 letur skoytubreytin upp!
Sildin drálar í íslendskum sjógvi
Brekumboðið byrjað virksemið 
Slóðbrót­andi svartkjaftatrol fiskar fram…
Theresa: - Leygardagu­rin er inngangur ti…
Rannvá vitjar Norðlýsið
Sonni Óli Djurhuus nýggjur kommunu­stjóri
Brekumboðið: Freistin at søkja fulltrúas…
Væl mannað hornorkestur
EFFO: Dagførdar viðskiftatreytir ávirka…
Nærri eftirlit við heimatænastu og eldra…
Jólasølan í Rógv – har teir góðu vinning…
Løgin boð frá Effo
Sjúrður Skaale trúttar við skeivum rokni…
Tað rennir kalt niður eftir bakinum
Kommunu­stjó­rin verður settur í dag
Dalsenni inni við 14.000 pundum