Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Rúni í Árantsstovu

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  25.02.2024 - 22:13 Tíðindi Veðrið

Í byrjanini av vikuni fer mystrið í lufthavinum, sum var í síðstu viku, at halda fram. Eitt lágtrýst fer at leggja seg á leiðirnar millum Suðurgrønland og Ísland, men frá miðvikuni av fara tey at ganga nærri Føroyum.

Ættin í Føroyum fer fyri tað mesta at vera millum sunnan og vestan, onkra løtu tó eystan fyri sunnan. Vindferðin í vikuni fer at vera skiftandi úr einum lítlum loti mikudagin og fríggjanáttina, upp í skrið fyrrapartin týsdagin.

Hitalagið fer eitt sindur uppeftir, upp í markið ímillum regn og vátakava – kanska í ovara kanti – so avfallið fer tað mesta at vera regn, men onkur løta verður við vátakava.

Mánadagin:

5 til 10 m/s av útsynningi, samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksandi vindur upp í 10 til 15 m/s, samdrigið og sum frá líður regn vestaneftir. Um kvøldið lækkar hann niður í sunnan og veksur vindin upp í skrið, 13 til 18 m/s. Um náttina gongur hann uppaftur í útsynning, framvegis 13 til 18 m/s, og tað verður klárari og turt ella ælaveður. Hitin 3 til 8 stig.

Týsdagin:

Framvegis 13 til 18 m/s av útsynningi, onkra løtu fyrrapartin upp í 20 m/s – hvirlurnar upp í 25 m/s. Fyrrapartin skýggjað og ælaveður, kanska eisini við vátakava. Seinnapartin gongur hann upp í vestan og minkar niður í 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og við ælaveðri við regni ella vátakava. Um náttina minkar vindurin niður í 8 til 13 m/s. Hitin millum 2 og 6 stig.

Mikudagin:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin sunnan, 5 til 10 m/s, skýggjað og sum frá líður fer at regna. Um kvøldið veksandi vindur upp í 10 til 15 m/s, samdrigið og samregn. Hitin 3 til 7 stig.  

Hósdagin:

Millum sunnan og landsynning, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn ella vátakavi. Seinnapartin gongur hann upp í vestan og veksur vindin upp í 13 til 18 m/s, men minkar aftur um náttina niður í 8 til 13 m/s. Hitin 2 til 6 stig.

Fríggjadagin:
Millum sunnan og vestan, 3 til 10 m/s, skýggjað og okkurt vátakavaælið, men eisini løtur við sólglottum. Hitin millum 2 og 6 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Lýsing