Lýsing
Lýsing
Lýsing
Cédric Yambéré í leiki fyri Dijon FCO | Mynd: Étienne Garnier/L'Équipe

Gleði meg at spæla fyri KÍ

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.02.2024 - 13:00 Ítrottur Tíðindi

sigur Cédric Yambéré við Norðlýsið og leggur aftrat at hann vil gera alt fyri KÍ kann røkka so góðum úrslitum sum møguligt

 

Í morgun bórust tíðindini, at KÍ hevði gjørt sáttmála við 33 ára gamla verjuleikaran Cédric Yambéré. Leiðslan í KÍ hevur gjørt greitt at tríggir útlendingar vóru á veg - ein málverji, ein verjuleikari og ein álopsleikari. Herfyri gjørdi KÍ sáttmála við danska málverjan Mark F. Jensen og í dag kom so fransktføddi Yambére í hús. Nú restar bert álopsleikarin í. 

Cédric Yambéré er sum sagt føddur í Fraklandi, men hann hevur leikt 13 landsdystir fyri miðafrikanska lýðveldi. Seinasta felag hann er skrásettur, at leika fyri er cypriotiska liðið Doxa Katokopias. 

 

KÍ er eitt spennandi lið

Við Norðlýsið sigur Cédric at hann gjørdist varugur við áhugan frá KÍ fyri nøkrum vikum siðan. Hann kannaði síðani felagið og hugdi millum annað á internetið eftir dystinum, sum KÍ leikti móti Lille og hann bleiv hugtikin av KÍ beinavegin. Agenturin og eg fingu sáttmálan í lag saman við KÍ og tað fegnist eg um, sigur Cédric.  

KÍ er eitt gott lið við góðum leikarum, og eg gleði meg at heilsa uppá teir og fólkini kring KÍ. Eg havi drúgvar royndir á høgum stigi og vóni at hesar kunnu koma KÍ til góða, sigur Cédríc Yambéré við Norðlýsið. 

Tá vit spyrja um hvat KÍ fjepparar kunnu vænta sær av honum á liðnum, er hann meira eyðmjúkur, men sigur tó við greiðari rødd at hann er skjótur, dámar at spæla hart og er góður í luftspælinum bæði defensivt og offensivt. 

Eg komi til Klaksvíkar í næstu viku og tað gleði eg meg nógv til, sigur Cédric Yambéré at enda við Norðlýsið. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vælkomin til forvitnisligt franskt kvøld…
Flogbóltsfinalur við Tjarnir leygar­dagin
SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íve…
Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy
Almenn móttøka hjá Lunnar fríggja­dagin k…
KBH skal umvæla kommunuskriv­stovuna
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…