Upptakt: KÍ-HB
Í kvøld byrjar kappingarárið 2024 hjá KÍ.
Stórseypadysturin er fyrsti skrásetti dysturin í fótbóltsárinum, tá FM-vinnarin møtir steypavinnaranum. Hesaferð bresta KÍ og HB saman.
Hjá báðum liðunum er talan um fyrsta dyst undir nýggjum venjara í føroyskum fótbólti, so hetta verður áhugavert at síggja á tí økinum. KÍ hevur í venjingardystunum skift millum 4-2-3-1 og 4-4-2. Trupulleikin hjá KÍ í løtuni er í miðverjuni, tí Odmar Færø og Heini Vatnsdal eru skaddir. Deni Pavlovic og Børge Petersen hava drigist við skaðar, men eru byrjaðir at venja aftur, men ivasamt er, um teir kunnu spæla enn. Og so er Cédric Yambéré ikki tøkur fyrstu tíðina vegna manglandi loyvir. Tí er spurningurin, um venjarin velur at spæla við óroyndum leikarum sum Símun Kalsø og/ella Jákup N. Vilhelmsen ella um hann velir at koyra Jákup B. Andreasen og/ella René S. Joensen aftur í miðverjuna. Teir spældu hvør sín hálvleik har móti B68 í síðsta venjingardystinum. Í málinum er eisini spenningur um, hvør fær plássið ella um Ari í H. Petersen og Mark F. Jensen fáa hvør sín hálvleik. Hallur Hansson og Jonn Johannessen eru skaddir og ikki tøkir.
Hjá HB hevur Magnus Holm Jacobsen verið skaddur síðstu vikurnar og óvist er, nær hann spælir aftur. Aðrir leikarar hjá HB hava eisini drigist við skaðar síðstu venjingardystirnar.
Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 17.30. Dómari verður Bjarki Danielsen.