Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannesen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.03.2024 - 20:28 Tíðindi Veðrið

Fyrra partin av vikuni fara Føroyar at liggja í eystara parti av veikum látrýsti, sum stendur sunnan fyri Ísland. Luftrákið verður tá av landsynningi við ælaveðri ella samregni.

Seinna partin av vikuni fara tvey lágtrýst eystureftir tvørtur um Føroyar við skiftandi veðri. Leiðin er annaðhvørt beint tvørturum ella eitt sindur sunnanfyri. Tí verður skiftandi veður mikudagin til fríggjadagin – fleiri brúgvaløg fara eisini tvørturum, og tey hava bæði regn og vátakava við sær, í løtum kanska eisini kava.  

Mánadag:

5 til 10 m/ av landsynningi, skýggjað og okkurt ælið fyrrapartin og út á seinnapartin. Um kvøldið regn. Htini millum 3 og 6 stig.

Týsdag:

Eisini 5 til 10 m/s  av landsynningi, samdrigið og regn. Um kvøldið slítur í, og tað verður klárari. Um náttina veksur vindurin upp í 10 til 15 m/s, tað dregur samanumaftur og fer at regna. Hitin 4 til 7 stig.

Mikudag:

Minkandi vindur fyrrapartin, niður í 8 til 13 m/s eystan. Út á dagin minkar niður eitt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Um kvøldið og náttina veksandi aftur upp í 8 til 13 m/s. Samdrigið stóran part av degnum, men í løtum smáskýggjað við sólglottum. Hitin millum 3 og 7 stig.

Hósdag:

Hann hækkar upp í útnyðring og minkar vindin niður í 5 til 10 m/s. Seinnapartin  fer hann eysturum til landnyrðing. Allan dagin samdrigið við ælaveðri við regni og vátakava ella kava. Hitin millum 3 og 6 stig.  

Fríggjadag:

Hann liggur enn av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið við ælaveðri við regni og vátakava ella kava. Hitin úr 2 stigum upp í 5 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…
Føroyskir kavaraførleikar styrkja donsku…
Várdagar og Bátafestivalur
Nýtt alment parkeringsøki ávegis í miðbý…
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Veðrið um vikuskiftið
Klaksvík fylgdi slett ikki við!
Megnar Mjølnir at spæla seg í áttandu st…
Klakkur inni við 190 tonsum