Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.03.2024 - 22:15 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fara lágtrýst at liggja yvir Stórabretlandi og Írlandi. Tey fara at draga luft til sín, og luftrákið við Føroyar fer at vera av norði og niður ímóti eystri.

Í kalda luftrákinum fara vit viðhvørt at fáa kavaæl, og tað er eitt sindur kalt fyrstu dagarnar í vikuni. Fram ímóti vikuskiftinum verður eitt sindur lýggjari.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag:

5 til 10 m/ norðan, skýggjað og stundum ælaveður við kava. Um náttina eitt sinfur minni vindur, 3 til 8 m/s, og  framvegis ælaveður. Hitin fer at liggja úr frostmarkinum og nøkur stig upp.

Týsdag:

5 til 10 m/s av eystri, skýggjað og okkurt kavaælið. Um náttin veksur vindurin upp í 13 til 18 m/s, og ættin fer upp í landnyrðing, skýggjað og stundum regn. Hitin millum 2 og 5 stig.

Mikudag:

Framvegis landnyrðingur, vindferðin veksur upp í 15 til 20 m/s, samdrigið og regn ein stóran part av degnum. Hósnáttina gongur hann niður í eystan, og vindurin minkar niður í 8 til 13 m/s, enn samdrigið og avfall. Hitin fer upp í 6 stig um dagin, um náttina niður í 3 stig.  

Hósdag:

Eysturætt allan dagin, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.
 

Fríggjadag:

Aftur eysturætt við somu vindferð, 8 tli 13 m/s. Samdrigið allan dagin og regn av og á. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag