Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Ein heimskendur hándverkari! 

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  28.03.2024 - 09:00 Poddar Mentan Tíðindi

Sum ein glinsandi perlurøð av vitnum standa kvinnurnar við krosin og við tómu grøvina, og fingu boð frá sjálvari lívskelduni, um at bera okkum boðini: Hann er ikki her! Hann er risin! Ja! Svarðar hin stóri kristni skarin gjøgnum øldirnar: Sanniliga hann er risin! 

 

Tað vóru annars ikki vanlig arbeiðsfólk, sum skrivaðu heimssøgu í gomlum døgum – heldur vóru tað kongar, kaisarar og stórir herleiðarar. Men hin eini handverkarin úr Nazareth hevur kortini vissuliga veruliga merkt heimssøguna

Sum ein vanlig verðslig lagna, var Jesus dømdur til gloymibókina – hann kundi haft verið ein av hundraðtalstúsundum, sum vit onki vita um í dag, men enn kenna vit navnið á honum og lagnu hansara, tí tað hendi okkurt, sum broytti lív og søgu hansara fullkomuliga. Vit kalla hendingina fyri uppreisnin frá teimum deyðu – vit hava ikki onnur orð fyri hesi kosmisku og kollveltandi hendingini. 

Bróður hansara, ein úti róðramaður, og ein segl- og teltmakari fingu saman við einum skara av vitnum fingu loyvi til at kenna hesa hendingina á egnum kroppi, og sóu nú Jesus, sum hevði verið ein av teimum, í einu heilt øðrum ljósi – tey ivaðust ikki í at tey ígjøgnum hann høvdu skoða beinleiðis inn í ævinleikan! Og, at Jesus, nú Kristus, aftur hevði verið likamliga til steðgar teirra millum í kvøldmáltíðini. 

Lyftini um eina æviga vón vóru ikki bara tóm orð, men sonn, verulig og til steðgar her og nú! Og tað er júst tað, sum milliónir av trúgvandi uppliva, eisini hesar páskirnar. 

Tað eru nú ikki bara mennirnir úr verkafjøldini, ið gera lívssøgu Jesusar einastandandi. Leikluturin hjá kvinnunum er helst enn meira einastandandi. Tí tá á døgum vóru kvinnur ikki hildnar mentar at bera vitnisburð í einum rættarmáli. Kvinnur kundu stórt sæð bara skvaldra og tosa við børn. Men, her kemur so Jesus og tosar við kvinnur í fullum álvara og á jøvnum føti – tað sigst at vera næstan einastandandi í tátíðar bókmentasøgu! 

Og so er tað leikluturin hjá kvinnunum í páskafrásøgnunum! Hvar vóru mennirnir tá harðast stóð til í lívi Jesusar? Teir krógvaðu seg fjálturstungnir og vónsviknir, meðan kvinnurnar hildu út saman við Jesusi, bæði við krossin og páskamorgun, tá líkið skuldi salvast. Hesar gerðandislagnurnar vóru tær fyrstu sum upplivdu ta tilverukollveltingina, ið vit nevna uppreisnin. Tær vóru tær fyrstu sum fingu sjón fyri søgn um, at forhangið í templinum millum tað heilaga og hitt allarheilagasta veruliga var skrædnað úr erva og líka niður ígjøgnum. Og teimum var álagt, fjálturstungnar, sum tær vóru, at bera monnunum gleðiboðskapin: Hann er ikki her ! Hann er Risin! Tær vóru, sum so, tey fyrstu av mannaættini, ið fingu kristna prædikuembætið! 

Tey skriftkønu vita at siga, at hettar kanska er fyrstu ferð í heimssøguni at vanligar kvinnur verða givnar ein so tíðandi leiklut í einum vitnisburði um eina slíka stórhending! Minni hjá teimum fyrstu kristnu var enn so livandi í fornkirkjuni tá tey festu frásagnirnar á blað, at ikki bar til at redigera kvinnurnar burtur, hóast tað helst hevði verið nátúrligt hjá mannligum skrivarum. 

Sum ein glinsandi perlurøð av vitnum standa kvinnurnar við krosin og við tómu grøvina, og fingu boð frá sjálvari lívskelduni, um at bera okkum boðini: Hann er ikki her! Hann er risin! Ja! Svarðar hin stóri kristni skarin gjøgnum øldirnar: Sanniliga hann er risin! 

Satt segði Guðsmóðurin Maria í lovsongi sínum Magnificat (Lk. 1,52)  “Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítisverd hátt”

Ja, hann er her, guddómsmaður! 
Sprongd nú eru deyðas bond! 
Risin er hann upp so fagur, 
orð hans eru lív og ond. 
Runnið upp eitt vár nú er 
fyri okkum her í verð 
Og sum ljóða páskasangir, 
sálin fær sær fuglaveingir
 
Slb 629, 5 
 
Gleðiligar páskir! 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Er bilurin klárur til veturin!
Í heyst­fríðtíð­ini er svimji­høllin meira…
Framløga og frásøgn í Smæruni
Seinastu israelsku gíslarnir leysir – vó…
- Sansið, nertið og følið lívið
Bókasavnið í heyst­frítíðini
Video: Gekst illa hjá Teistanum at leggj…
Samhandilin millum Danmark og Russland e…
Trump í Ísrael eftir gíslaleysgeving
Teir fyrstu sjey gíslarnir eru leyslætni…
Hann gav okkum tað, vit vildu hava!
Eyðun Klakstein er lands­liðsvenja­rin við…
Veðrið í vikuni
Fleiri met til føroyska landsliðið
Føroyar vunnu 2-1 á Kekkia
Lýsing