Lýsing
Lýsing
Lýsing

EydnuCup2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.03.2024 - 09:21 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin 30. mars skipar Eydnudeild fyri EydnuCup2024 í høllini á hálsi í Havn.

 

 

Umframt ca 50 luttakarir úr feløgunum hjá Eydnudeild í Føroyum, Músabróðir úr Klaksvík, Svanunum úr Suðuroy og Lundapisunum í Kollafirði, koma eini 30 hondbóltsspælarir úr Danmark at luttaka.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Eydnudeild hevur vitjan úr Danmark. Í 2022 skipaðu vit á fyrsta sinni fyri EydnuCup og hetta var so mikið væl eydnað, at vit valdu at gera hetta aftur í ár. Vónandi verður hetta ein afturvendandi kapping, sum okkara stjørnur - og útlendskir gestir – kunnu gleða seg til.

Eydnudeild hevði sína allarfyrstu venjing skírishósdag í 2018 og sjálvt um skíris hósdagur ikki fellur á sama dato, so hava vit valt, at føðingardagurin hjá Eydnudeild er skírishósdag. Í ár fylla vit 6 ár.

Allar rættar stjørnur elska føðingardagar, og tað gera vit eisini. Hvørt ár hava vit gjørt okkurt serligt burturúr okkara føðingardegi, og í ár feiðra vit 6 ára dagin við EydnuCup2024

Hondbóltspælarnir eru í miðdeplinum henda serliga dag. Vit byrja sjálvandi við einum ordans innmarch. Allar stjørnurnar fáa goodiebags við øllum møguligum lekkrum í, og sjálvandi Gull heiðursmerki tá kappingin er liðug. Vit enda hondbóltsliga partin við konfetti og útmarsj. So verður galla veitslan.

Allir leikarir hava møguleika at koma í make-up zonuna, har bæði gentir og dreingir kunnu ordna hár og pynta seg við glimmur.

Vit fáa ein deiligan døgurða og so er tað stjørnuhugni fyri rest.

Tað verður slush ice, okkara egni DJ Magnus og so enda vit sjálvandi øll á dansigólvinum og takka fyri ein fantastiskan dag.

Vit vilja fegin bjóða øllum at koma at hyggja eftir EydnuCup2024.

Tað er ókeypis at koma at hyggja eftir EydnuCup2024

Innmarch byrjar kl. 11.00

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD setur EydnuCup kl. 11.10

Liðini verða deild upp kl. 11.15

Felags upphiting kl. 11.20

Hondbóltsdystir kl. 11.30

Vit selja kaffi/te og kaku og toast. Vit hava eisini nakrar blusur liggjandi, sum kunnu keypast. Um onkur ynskir at stuðla Eydnudeild, so fer ein bússa at standa í sølubúðini, har man kann lata eitt oyra.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til EydnuCup

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen