Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Sjeyndu ferð ímóti Danmark

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  26.03.2024 - 09:53 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld klokkan 19:15 skal manslandsliðið aftur á vøllin – hesaferð í venjingardysti á Brøndby Stadion, har Danmark tekur ímóti. Talan er um sjeynda dystin í A-landsliðshøpi við monnum millum Føroyar og Danmark.

Eftir ein góðan og tryggan 4-0 sigur á Liktinstein fríggjakvøldið, er ein heilt onnur mótstøða á skránni, tá manslandsliðið í kvøld klokkan 19:15, sum er klokkan 20:15 danska tíð, trínur á Brøndby Stadion, har seinni venjingardysturin í hesum umfarinum verður spældur.

Føroyski landsliðshópurin hevur verið samlaður síðani mánadagin í seinastu viku. Fyrst nakrar dagar í Marbella í Spania, har hópurin hevur verið á venjingarlegu, og seinnapartin leygardagin varð kósin sett móti Keypmannahavn, har liðið hevur fyrireikað seg til venjingardystin móti dønum.

Sjey ferðir áður hava Føroyar og Danmark møtt hvør øðrum í A-landsliðshøpi við monnum, og higartil hava danir drigið longra stráið í øllum dystunum. Men mangan hava okkara menn givið danskarunum ein skarpan gang, og vit skulu ikki meir enn tvey ár aftur í tíðina, tá tað akkurát eydnaðist Danmark at vinna 1-0 á Tórsvølli. Avgerandi málið fingu teir tá heilt fáir minuttir vóru eftir at spæla, og aftaná at føroyska liðið hevði rakt tvørtræið.

Vit minnast eisini løtuna í Parkini, tá Klæmint Andrasson Olsen minkaði um munin til 2-1, eftir at føroyska liðið, við einum ótrúligum 12. manni í rygginum, hevði trýst danir aftur á vøllin.

Í kvøld stendur eisini heiður og æra upp á spæl, og vónandi verða tað aftur fleiri føroyingar, ið verða at síggja á Brøndby Stadion og stuðla okkara monnum.

Kring leikvøllin í Brøndby er pláss fyri umleið 26.000 áskoðarum til landsdystir, og seinasta nýggja frá DBU er, at higartil eru næstan 20.000 atgongumerki seld.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum hjá danska fótbóltssambandinum, og á heimasíðuni hjá FSF.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað skal vera lættari at sleppa til sála…
Hjartað í vælferð­ini krevur raðfesting
Burtur við Brotsmonnum
Hugsar nakar um ADHD og Autismu?
Løgtingsval – ikki kommunuval
Áheitan til politisku flokkarnar
Tá eitt barn kemur í heim – og gleðin ve…
"RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ…
Ein rættleiðing til Hans Ellefsen: Rokna…
Gott fíggjarligt úrslit hjá Smyril Line…
Bústaðaneyðin má loysast sum skjótast
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi…
Vit mugu tryggja virðilig kor fyri fólk…
Í Føroyum tosa við føroyskt
Foytt Val
Gaston bleiv pápi í vikuni – hann er á K…
J&K Petersen tvífaldar ársúrslitið
Almanna­lógin skal fíggjast
Fýra svanar á Víkini ídag