Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit hoyrdu einki aftur frá samgonguni

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins  |  26.03.2024 - 22:11 Politikkur Tíðindaskriv

Nú semja er undirskrivað millum flokkar, hava fleiri spurt, hví Fólkaflokkurin ikki er ein partur av semjuni. Hetta er søgan:

 

 

Miðjan novembur í fjør blivu fleiri uppsagnir framdar í vinnuni, orsakað av tøkugjaldinum hjá samgonguni. Í hesum sambandi vórðu vinnunevndarumboðini í Fólkaflokkinum biðin at koma á fund at viðgera eitt nýtt uppskot um tøkugjald.

Uppskotið, ið varð lagt fram, tóku vit ikki undir við.

Umframt eina tvílagað skipan við tøkugjaldi og eyka partafelagsskatti, varð lagt upp til, at landskassin skuldi hava umleið 130-170 milliónir inn afturat tí, sum longu varð kravt inn. Ein hækking á umleið 50% (!).

Vit í Fólkaflokkinum halda, at vit eiga at flyta okkum yvir til eina skipan, har tað verður tikið inn gjøgnum partafelagsskattin. Orsøkin er, at tøkugjaldið ger, at vinnan broytir atferð. Og júst tað sóu vit, tá fleiri uppsagnir vórðu framdir eftir broyttu tøkugjøldini síðsta vár.

Ein loysn við partafelagsskatti broytir ikki atferðina hjá vinnuni, men fer bert eftir vinninginum. At vit flyta okkum longri tann vegin, er gott.

Tó eiga broytingar at liggja innan fyri tað, sum longu verður kravt inn frá vinnuni í dag. Tað vil siga, at hetta ikki skal nýtast sum eitt høvi til at krevja enn meira inn í landskassan, enn tað verður í dag.

Tað gjørdu vit greitt. Men vit hoyrdu einki aftur frá samgonguni eftir hendan eina fundin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…