Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breiða semjan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.03.2024 - 09:37 Politikkur Tíðindi Vinna

Tíðin krevur, at vit fáa framt nýskipanir og lagt nakrar politiskar langtíðarkarmar fyri okkara samfelag, so vit koma burturúr, at viðurskifti vera broytt alt eftir, hvør situr við valdið, sigur Uni Holm Johannesen, formaður í løgtingsins vinnunevnd við Norðlýsið

 

Norðlýsið hevur hitt Una Holm Johannesen, formann í løgtingsins vinnunevnd á máli, eftir at samgongan og sambandsflokkurin samdust um eina endurskoðaða skipan fyri gjøld frá alivinnuni. 

- Skattaskipanin verður sett saman av einum tøkugjaldi og einum serskatti á yvirskoti hjá alifeløgunum. Tøkugjaldið er ein stigi, sum byrjar 0,5% og endar á 7,5%, og alifeløgini skulu eisini rinda ein eyka serskatt á 8% av skattskyldugu inntøkuni hjá feløgunum, greiður Uni Holm Johannsen frá um høvuðstættirnar í semjuni. 

Formaðurin í vinnunevndini væntar stabilitet um alivinnuna framyvir. 

- Breiðar politiskar langtíðarsemjur av hesum slag eru ikki vanligar í føroyskum politikki. Stóri fyrimunurin er, at tað vera nú stabil viðurskifti rundan um skattaskipanina í alivinnuni. Við hesari semjuni fæst vissa fyri, at fólk í Føroyum fáa sín rímiliga og munandi part av serstaka vinninginum, sum atgongdin til alifirðirnar kann geva, samstundis sum vinnan veit, hvat hon skal fyrihalda seg til, tá ið hon skal leggja arbeiði til rættis fyri komandi árini, heldur Uni Holm Johannsen. 
 
Spurdur um hvørt semjan gevur vón um aðrar semjur tvørtur um samgongu og andstøðu vónar Uni Holm Johannsen at semjan kann leggja støði fyri nýgskipanum og øðrum breiðum semjum.

- Stendur tað til mín, og eg kann helst tosa fyri Javnaðarflokkin í síni heild, so verður hetta tann fyrsta av nøkrum breiðum semjum, sum skulu gerast í hesum samgonguskeiðnum. Tíðin krevur, at vit fáa framt nýskipanir og lagt nakrar politiskar langtíðarkarmar fyri okkara samfelag, so vit koma burturúr, at viðurskifti vera broytt alt eftir, hvør situr við valdið. Tað eru órógvandi arbeiðsumstøður at virka undir, og vit vita eisini, at vinnan heldur knappligar lógarbroytingar og vantandi langtíðarsemjur vera ein av størstu forðingunum í sínum arbeiði, sigur Uni Holm Johannsen at enda við Norðlýsið.
 
 

 
 
 
 
 
 

 
 
 

 
 
 
 
 
 

 


 

 
 
 
 
 
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…