Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  27.03.2024 - 12:13 Mentan Tíðindi Vinna

Janus Wiberg tók allan tónleikaheimin á bóli, tá ið hann sang seg til eitt triðja pláss í danska melodi grandprixnum við langum”I Need Your Love”.

Leygardagin 30. mars fer Janus Wiberg aftur at syngja í Klaksvík, og tá verður tað í hugnaligu hølunum hjá Café Fríðu, har hann fer at framvøra akustiskt, saman við einum guitar- og klaverspælara.

Janus Wiberg tók allan tónleikaheimin á bóli, tá ið hann sang seg til eitt triðja pláss í danska melodi grandprixnum við langum”I Need Your Love”.

Hóast veddingarfyritøkurnar høvdu spátt hann til at enda á einum 6 plássi, so gjørdi sangarin við vøkru røddini bart á stóra pallinum. Ein sera góð og vøkur framførsla, ið eisini fekk góð ummælir efitrfylgjandi.

Leygardagin 30. mars fer Janus aftur at syngja í Klaksvík, og tá verður tað í hugnaligu hølunum hjá Café Fríðu, har hann fer at framvøra akustiskt, saman við einum guitar- og klaverspælara.

 

Melodi Grand Prix ein stór uppliving

- Tað var ein stór uppliving at vera við til eitt so stórsligið tónleikatiltak, og hugsað var um allar smálutir. Vit royndu at fyrireika okkum so gott sum møguligt, og tí var tað eisini fantastiskt, at vit náddu einum triðja plássi, sigur Janus Wiberg.

- Tað var sera stórt fjølmiðlafokus, og tað skuldi man líka venja seg við. Kulissurnar og stóri pallurin vóru eisini sera flott, og alt var lagt professionelt tilrættis.

- Okkara ætlan var fyrst og femst at geva eina góða framførslu, og ikki so stórt fokus á hvat nummar vit blivu í kappingini. Tí var tað bara feitt, at tað so rakk til eitt triðja pláss, sigur Janus Wiberg.

Spurdur um hvussu fyrireikingarnar til Melodi Grand Prix høvdu gingið, so vísur Janus á, at hetta hevur kravt sera nógv.

- Størsti parturin av einum hálvum ári, er farin við ferðing til Danmarkar, har eg havi vant saman við teimum dungaligu tónleikarunum hjá DR, ið skuldu framføra saman við mær. Eisini øll tilrættaleggingin av pallinum, sum skuldi uppbyggjast júst til mína framførslu, tók eisini tíð. Tað eru nógv fólk runt um eitt prosjekt sum hetta, og tað er stuttligt at vera partur av og at hava roynt tað.

 

Leygardagin verður tað á Café Fríðu

Janus Wiberg hevur áður framført á FríðuTónum, og hann gleðir seg til enn einaferð at koma norð til Klaksvíkar.

- Tað er altíð stuttligt at koma norð at synjga. Fólk eru við upp á tað, og hesaferð komi eg so eisini at framføra fleiri nýggj løg, bæði á enskum og føroyskum. Sjálvandi verður tað eisini onkur gomul løg á skránni, sigur Melodi Grand Prix luttakarin.

- Sum sagt, so havi eg tveir menn við mær. Ein á guitar og ein á klaver, so eg vóni fólk møta væl upp, og hava góða lagið við, so vit fáa eina fantastiska løtu í hugnaligu hølunum hjá Café Fríðu, sigur Janus Wiberg at enda.

Atongumerkir til konsertina kunnu keypast HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni