Lýsing
Lýsing
Lýsing
Talan er av sonnum um eina frálíka og forvitnisliga framsýning, sum tú av røttum kanst ómaka tær til á páskum | Mynd: Dávur Winther

Framsýning - Undir oynni - bert opin fyrsta og annan dag

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  30.03.2024 - 21:07 Mentan Tíðindi

Ungi framfýsni og virkni Levi Heinesen hevur sett saman eina annarleiðis og áhugaverda framsýning um fuglaveiðimentan, hann kallar, Undir oynni.

Framsýningin er á hotellinum á Viðareiði, Hotel Norð allar páskadagarnar. Har verða sýnd fram veiðilutir og -amboð av ymsum slag, sum hava verið nýtt, tá ið teir hava søkt bjørgini. Fleygingarstengur eldri og nýggjari eisini ein bakkalína úr Fugloy.

Levi letur væl at, at fleiri hava vitjað framsýningina, sum verður opin fyrsta og annan dag afturat.

Samson R. Samson hevur hjálpt væl til við framsýningini hjá Levi Heinesen. Samson er vorðin kønur í at stappa fuglar út. Hann byrjaði at læra seg á netinum, men endaði hjá Jens-Kjeld Jensen. Nú er Samson rættiliga komin á lagið og eru fleiri av hansara fuglum við á framsýningini. Tveir ungir og raskir bjargamenn, sum vita, hvat teir snakka um.

Eisini snarur eru at síggja og frágreiðingar um brúk av teimum. Á tí eldru eru hespurnar ella lykkjurnar gjørdar úr hestahári, sum var tað gamla í mun til nylon, ið var vanligt seinni. Levi greiðir frá, at summir lótu snarurnar reka, Men á Viðareiði vóru tær oftast lagdar fyri íla.

Eldri myndir eru eisini á vegginum av bjargaútgerð, bátum sum føra fólk og veiði heim, og myndir sum greiða frá ymiskum í sambandi við hagreiðing av fugli. Eisini myndir úr Settorvu, sum er eitt av teimum góðum fuglaplássunum.

Framsýningin tekur eisini støði í bókinu hjá Danial Lydersen, Viðareiði – Slóðirnar og minnið, sum m.a. greiðir frá Fuglaveiði á Viðareiði.

Levi hevur fingið lutir og hjálp frá Norðoya Fornminnasavni og hevur enntá bygt sær til høvið eitt rættiliga væl úr hondum greitt fuglaland.

Steinurin hjá Sjúrða, ið er evnaður til sum eitt fuglaland, er eisini til skjals á framsýningini. Hópin av útstappaðum fuglum eru við, sum ungi Samson R. Samson hegnisliga hevur gjørt. Ein albino Lundi og eisini ein albino Havhestur eru við á framsýningini.

Talan er av sonnum um eina frálíka og forvitnisliga framsýning, sum tú av røttum kanst ómaka tær til á páskum fyri bert kr. 100,-. Tá ført tú eisini ein góðan kaffimunn og ein kakubita afturvið í kostnaðinum.

Framsýningin er opin bert tveir dagar afturat:

kl. 16.00 – 20.00 fyrsta dag 31. mars og annan páskadag 1. apríl.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…