Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Janus Hansen

Veðrið á páskum

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.03.2024 - 11:41 Tíðindaskriv Tíðindi

Einki serligt veður í dag. Vindur og regn. Miðalvindurin liggur um 15 til 20 m/s av landnyrðingi. Eitt brúgvalag við regni liggur yvir okkum, tað er komið úr landsynningi og legði seg yvir oyggjarnar seint fyrrapartin.

Soleiðis er veðrið allan seinnapartin. Seint seinnapartin ella tíðliga í kvøld er brúgvalagið farið vesturum, og so fer at slíta í. Tað verður tó ikki turrari enn so, enn at tað enn er ælaveður. Samstundis minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s og ættin fer niður í eystan.

Soleiðis verður veðrið í kvøld og nátt. Hitin í dag fer upp í eini 6 stig.

Fyrrapartin í morgin fer ættin uppaftur í landnyrðing, har sum hon hevur verið í nógvar dagar og fer at vera í nógvar dagar afturat, bert við fáum undantøkum. Vindferðin tann sama, 3 til 8 m/s, loftið samdrigið og ælaveður. Um kvøldið fer ættin upp í norðan. Hitin í morgin 3 til 7 stig.

Páskadag er eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið aftur 3 til 8 m/s av landnyrðingi, smá- ella hálvskýggjað og ælaveður. Hitin afur 3 til 7 stig.

Annan páskadag fer vindurin at veksa úr 3 til 8 m/s av landnyrðingi um morgunin upp í 10 til 15 m/s seint seinnapartin, meðan loftið er samdrigið, og tað er samregn við vátakava ella kava uppií. Um kvøldið og um náttina 8 til 13 m/s av landnyrðingi, skiftandi skýloft og ælaveður við regni ella kava. Hitin 2 til 7 stig.

Gleðiligar páskir

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag