Lýsing
Áskoðarar við húki sleppa ókeypis inn til KÍ-NSÍ í dag
Fyri at heiðra útróðrinum í Klaksvík hevur KÍ valt at geva áskoðarunum, sum møta við einum húki í hondini, ókeypis atgongd til dystin millum KÍ-NSÍ.
Útróðurin hevur sína stolta søgu í Klaksvík, og tað hevur KÍ valt at gera nakað burturúr samstundis sum hetta kann lokka fleiri áskoðarar til dyst. Tí sleppa allir áskoðarar ókeypis inn til dystin KÍ-NSÍ, sum kunnu vísa ein húk við inngongdina til innkrevjararnar.
Um fólk ikki hava nakran húk liggjandi við hús, so hevur Líðhamar opið í sínum skúri á Stongunum millum kl. 14 og 15, har fólk kunnu fáa húkar ókeypis, so tey sleppa ókeypis inn til dystin, sum byrjar kl. 15.00. Í hálvleikinum verður egning á miðjuni á vøllinum, og har kunnu øll eisini royna seg.
Seinastu tíðindini